Sarah Palin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sarah Palin
SarahPalinElon.jpg
Føddur 11. februar 1964
Idaho Sandpoint, Idaho
USA USA
Útbúgving Kommunikatión
Stjórnmálafrøði
Yrki Politikar (R)
Trúgv Kristin

Sarah Louise Palin (fødd 11. februar 1964 í Sandpoint, Idaho) var guvernørur í Alaska frá desember 2006 til juli 2009. Hon hevur verið varaforsetaevni hjá republikanska forsetavalevninum John McCain í 2008. Síðani tá hevur hon millum annað verið politiskur viðmerkjari hjá Fox News og havt sína egnu sjónvarpssending, nevnd "Sarah Palin's Alaska". Hon varð fødd í Idaho, men vaks upp í Alaska [1]. Palin útihýsur ikki, at hon fer at stilla upp til forseta valið í 2016 [2]. Hon er í løtuni fremsta talskvinnan hjá teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni [3], sum savnar misnøgdar amerikanarar og serliga republikanarar ímóti Barack Obama, forseta og hansara politikki.

Sarah Palin hevur av fyrstani tíð verið ein persónur, ið fólk antin elska ella hata. Serstakliga høgravend, byrsuskjótandi og sterkt ímóti fosturtøku og líknandi etiskum málum. Nú tá hon leggur frá sær, er hon blivin meira kontroversiel enn nakrantíð. Antin er tað gott, at hon leggur frá sær, tí at fjølmiðlarnir gera, at hon ikki fær arbeitt. Ella eisini er tað vánaligt av henni, at hon rennur undan ábyrgd, nú tá tað sær myrkt út fíggjarliga. Harafturat er Palin í seinastuni ákærd fyri, at bera seg skeivt at í fleiri førum, og misbrúkt valdið, sum hon hevur sum guvernørur - tó at hon og viðhaldsfólk hennara siga, at hetta er ein veruleikafjar forfylging av henni. Sarah Palin sigur at hon er í iva um mannaættin er orsøkin til veðurlagsbroytingarnar sum henda nú.[4] Republikanski Flokkurin hevur í nógv ár havt sum sjónarmið at mannaættin ikki er orsøk til at heimurin gerst heitari. Flokkurin hevur millum annað mett at óneyðugt er at avmarka oljunýtsluna í USA. Flokkurin hevur havt eina støðu har tey hava sagt at tey siga at mannaættin ikki er orsøk til at heimurin gerst heitari, og at vit bara kunnu brúka so nógv bensin sum tað passar okkum, tí jørðin tilpassar seg.

Guvernørur[rætta | rætta wikitekst]

Sarah Palin, 3. september 2008 í Saint Paul, Minnesota.

Sarah er tann fyrsta kvinnan í guvernørsessinum í Alaska [5]. Hon er 46 ára gomul, og hon hevur verið guvernørur í Alaska í 5 ár. Sarah skrivaði amerikanska søgu, tá hon 4. desember í 2006 varð vald til ellivta guvenørin í statinum Alaska. Ikki bara er hon fyrsta kvinnan í tí starvinum, hon er eisini yngsta fólk, sum er vald í starvið. Sarah Palin hevur sum guvenørur lagt dent á útbúgving, heilsumál, trygd og undirstøðukervi. Hon er hart í móti fosturtøku [6], hon vil ikki hoyra talað um, at samkynd sleppa at giftast, og hon er limur í NRA, sterka felagsskapinum, sum virkar fyri, at amerikanarar sleppa at bera skotvápn [7].

Fyrrverandi varaforsetaevni og guvernørurin í Alaska, Sarah Palin, boðaði 3. juli 2009, at hon ætlar at leggja frá sær sum guvernørur í Alaska. Palin leggur frá sær 26. juli 2009, og tá tekur varamaður hennara, Sean Parnell, við sum guvernørur. Palin hevur ikki sagt nakað um, hví hon ætlar at leggja frá sær. At leggja frá sær skuldi hjálpt, av tí at hon so fær betri tíð til fjølmiðlar og bøkur, meðan tað hinvegin kann vera skaðiligt, av tí at hon tykist blaka ábyrgd frá sær. Aðrir eygleiðarar gita, at hon ætlar sær úr politikki, av tí at hon ikki maktar áhaldandi álopini, krøvini um at vera ein konservativ ímynd, ferðast kring landið, vera mamma og guvernørur í Alaska.

Ukreina[rætta | rætta wikitekst]

Sarah Palin segði í 2008, at Barack Obama var so veikur, at Russland fór at gera innrás í Ukreina [8][9]. Í einum kjaki í valstríðnum við Joe Biden, sum stillaði upp saman við Obama í 2008, varð Sarah Palin spurd um møguligar kreppustøður, sum fóru at taka seg upp, um Obama bleiv amerikanskur forseti. Hetta var valið, tá Barack Obama stillaði upp og varð valdur til forseta í USA. "Tá russiski herurin gjørdi innrás í Georgia, var Obama senatorur alt annað enn avgjørdur. Hansara aftursvar var av tí slagnum, sum bara kann eggja Russlandi til at gera innrás í Ukreina næstu ferð", segði Palin [10]. Støðan er spent á ukreinsku hálvoynni Krim í mars 2014, har russiski herurin hevur tikið ræðið.

Gallup[rætta | rætta wikitekst]

Veljarakanningar í Alaska vilja vera við, at Palin var serstakliga væl dámd áðrenn hon bleiv varaforsetaevni í 2008, tá eini 93 % av íbúgvunum í Alaska stuðlaðu henni [11]. Nýggjar kanningar vísa tó í 2013 at stuðulin er fallin niður á 54 % [12]. Palin boðaði frá, at hon helt tað var skeivt av henni, at halda fram sum guvernørur í Alaska, av tí at hon ikki stillar uppaftur í ár 2010. Nýggjastu veljarakanningarnar í 2014 vísa, at Palin er verri dámd enn nakrantíð, og framvegis spjaðir amerikanska fólkið. 53 % dáma ikki Palin, 40 % dáma hana, meðan 70 % av republikanarunum dáma hana.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

<references>

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.snl.no/Sarah_Louise_Palin
  2. http://www.foxnews.com/politics/2010/02/07/palin-willing-obama/
  3. http://www.washingtontimes.com/news/2010/oct/26/tea-party-activists-look-for-key-voice/
  4. http://www.huffingtonpost.com/2014/10/27/sarah-palin-climate-change-eugenics_n_6057934.html
  5. http://abcnews.go.com/Politics/Vote2008/story?id=5684098&page=1
  6. http://abcnews.go.com/Politics/Vote2008/story?id=5795641&page=7
  7. http://www.guardian.co.uk/world/2008/aug/30/johnmccain.palin2
  8. http://www.foxnews.com/on-air/hannity/2014/03/04/did-sarah-palin-predict-ukraine-crisis-back-2008
  9. http://www.washingtonpost.com/blogs/post-politics/wp/2014/03/03/palin-on-ukraine-i-called-it/
  10. http://www.politico.com/story/2014/02/sarah-palin-ukraine-russia-104110.html
  11. http://www.usatoday.com/news/politics/2007-06-21-state-bipartisanship_N.htm
  12. http://www.miamiherald.com/2009/05/06/1035915/new-poll-shows-slump-in-palins.html