Jump to content

Pitcairn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pitcairn Islands
Pitkern Ailen
Flagg Pitcairn
(Flagg Pitcairn)
Skjaldarmerki Pitcairn
(Skjaldarmerki Pitcairn)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: God Save the King
Alment mál Pitcairnesiskt og enskt
Høvuðsstaður Adamstown
Kongur Charles III
'
Fullveldi Onki1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
47 km²
%
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
47
1/km²
Gjaldoyra Nýsælandsk dollar (NZD)
Tíðarøki UTC -8
Økisnavn á alnetinum .pn
Telefonkota +64
1Pitcairn hava síðan 1838 verið ein partur av enska ríkinum.

Pitcairn Island (pitcairnesiskt: Pitkern Ailen) er eitt tað mest avbyrgda staðið í heiminum. Oyggin er uml. mitt millum Nýsæland og Suðuramerika. Á leið líka langt er norðureftir til vesturstrondina á Meksiko. Suðureftir er opið hav líka suður til ísbrúnna á Antarktis. Í Pitcairn eru fimm oyggjar, ein er bygd, og fýra eru óbygdar. Har er tað minsta fólkaræðið í heiminum, mett eftir fólkatalinum. Uml. 50 fólk búgva á høvuðsoynni. Oyggjabólkurin hoyrir til Stóra Bretlands, men hevur heimastýri við egnari lóggávu. Eitt oyggjaráð við tíggju limum hevur avgerðarrætt í viðurskiftum, sum viðvíkja Pitcairn. Oyggjarnar gjørdust bretskt hjáland í 1838. Sama ár fingu kvinnurnar atkvøðurætt, og tað var fyrstu ferð í øllum heiminum.

Nógv fólk á Pitcairn eru eftirkomarar hjá sjómonnum, sum í 1789 gjørdu uppreisturumborð á skipinum Bounty. Teir fóru fyrst til Tahiti, men har vóru teir bangnir fyri at verða funnir og handtiknir. Tí sigldi ein bólkur víðari at leita eftir einari óbygdari oyggj. Við á ferðini vóru níggju menn av Bounty og 17 fólk av Tahiti, seks menn og ellivu konur. Ikki fyrr enn átjan ár seinni kom aftur ein bátur til oynna og fann hesi fólkini, sum vóru farin í land og búleikaðust har. Akkerið av skipinum Bounty er framvegis á Pitcairn. Ein av teimum fáu mátunum, sum fólk á Pitcairn kunnu forvinna pening, er at selja heimabygd modell av Bounty til ferðafólk, sum av og á vitja oynna.

Pitcairn Island er ein gosoyggj. Tann hægsti tindurin er bara 347 metrar høgur. Har eru dalar og heyggjar, og fram við sjónum er bratt berg næstan allan vegin. Oyggin hevur onga rættiliga havn, har skip kunnu leggja at, og har er heldur eingin flogvøllur. Alt, sum skal inn á oynna ella av henni, verður ført við smábátum. Í illveðri ber ikki til at sleppa í land. Vanliga fær tann lítli handilin á oynni vørur tríggjar ferðir um árið, til dømis klæði, frækorn ella byggitilfar. Av og á koma ferðamannaskip til oynna, og ferðafólkini kunnu fara í land. Hetta kastar eitt sindur av pengum av sær. Annars verða tær felags útreiðslurnar einamest fíggjaðar av frímerkjasølu.

Adamstown er høvuðsstaður og størsti býur í Pitcairn.

Í 1856 var fólkatalið vaksið til næstan 200. Tá vóru tey so nógv, at tað bar illa til at útvega øllum mat á oynni. Alt fólkið varð tí flutt til eina aðra oyggj, sum tá var óbygd, Norfolk Island nærindis Avstralia. Pitcairn var aftur óbygd. Men nøkur ár seinni valdi ein bólkur at flyta út aftur á Pitcairn, tí at teimum longdist heim.

Á oynni tosa tey eitt mál, sum eitur pitcairnesiskt. Tað er einblandingur av enskum, soleiðis sum tað varð tosað í 18. øld, og tí málinum, sum varð tosað á Tahiti. Á hesum málinum eitur oyggin "Pitkern Ailen".