Norðurlendska ráðharraráðið
Appearance
| Norðurlendska Ráðharraráðið | |
| Verkamál | Danskt |
| Høvuðssæti | Keypmannahavn |
| Formaður | Jan Vapaavuori |
| Aðalskrivari | Halldór Ásgrímsson |
| Føroyskur samstarvsráðharri | Jacob Vestergaard |
| Stovna | 1971 |

Norðurlendska Ráðharraráðið er ein samstarvsbólkur hjá norðurlendsku stjórnunum. Grundarlagið fyri Norðurlendska ráðharraráðnum er skrivað í Helsingforssáttmálanum.
Norðurlendska Ráðharraráðið varð sett á stovn í 1971 og fevnir um tey fimm norðurlendsku londini Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt landsstýrini í teimum trimum sjálvstýrandi økjunum Føroyar, Grønland og Áland.
Formansskapurin fyri ráðharraráðið varðir eitt ár og skift verður millum tey fimm norðurlendsku londini.