Jump to content

Knút Háberg Eysturstein

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Knút Háberg Eysturstein (f. 1980) er ein føroyskur tónleikari, sangskrivari, diskari, tónleikafrøðingur og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

Lívsleið innan tónleik

[rætta | rætta wikitekst]

Síðani 2004 hevur Knút verið virkin í soloverkætlan í egnum navni, umframt at hann hevur leikt í bólkum og verkætlanum sum Konni Kass, Svartmálm, Silvurdrongur, Sakaris, Hogni, Anders Riis, Kata v.fl. Knút gjørdi av fyrstan tíð vart við seg sum gittarleikari í bólkinum Marigold (1999-2003), ið spratt úr Grót umhvørvinum. Í 2003 gjørdist bólkurin Gestir (2002-2007) vinnari av Prix Føroyar. Árið eftir kom fyrsta solofløgan hjá Knúti; Havsglóð, ið var framleidd av Allan Tausen og Knúti. Frá 2006-2009 var Knút vertur í tónleikasendingini Rokkstovan. Rasmus Rasmussen, sáli, var upprunaliga vertur. Knút hevur diskað síðani 2006. Sum diskari var hann partur av átakinum Undirbeat frá 2007-2010, og hann hevur mangan verið fastur fúsur í Sirkus í Vágsbotni undir heitinum übernörd.

Í 2006 var Knút tangentleikari á tveimum fløguútgávum. Gestir góvu út fløguna Burtur frá Toftunum og spældu í Føroyum, Danmark og Íslandi. Marius góvu út fløguna The Sky Is Our Home og spældu í Føroyum og Íslandi. Í mai 2008 fór Knút í Lundgaard Studios, DK at taka upp til næstu plátuna. Við honum vóru Bogi á Lakjuni (gittar, produktión), Jens L. Thomsen (bass, upptøka, ljóðbland) og Høgni Lisberg (trummur). Úrslitið gjørdist The Desert Holds A Flower, ið kom út á Plátufelagnum Tutl í 2009. Í 2011 fór Knút undir sína triðju solo útgávu, hesuferð við Jens L. Thomsen sum framleiðara. Plátan fekk heitið On High og var útgivin í juli 2013. Í juni 2014 kom fyrsta plátan hjá Tuxedo Rebels, ið er tvíbólkurin hjá Knúti og Peturi Pólsyni.

Á vári 2015 gjørdist Knút tangentleikari í bólkinum hjá Konni Kass (sang, saksofon). Hinir tónleikararnir eru Per I. Højgaard Petersen (trummur) og Torleik Mortensen (bass). Bólkurin gav debutplátuna Haphe út í november 2016. Í samband við útgávuna fór bólkurin á konsertferðir í Føroyum og Evropa. Á vári 2016 stovnaðu Benjamin Petersen (sang, gittar), Knút H. Eysturstein (gittar, tangentar), Torleik Mortensen (bass) og Per I. Højgaard Petersen (trummur) black/doom bólkin Svartmálm, ið vann Wacken Metal Battle Føroyar 2016. Svartmálm spældi á Wacken Festivalinum í Týsklandi í 2016 og á Spot Festival í 2017. Svartmálm útgav debut plátuna Svartmálm á plátufelagnum Tutl í februar 2018. Í 2021 kom onnur útgávan hjá Konni Kass og bólkinum, Diplopia (KoKa Records, 2021), við Jens L. Thomsen sum framleiðara.

Í 2020 fór Knút aftur í holt við soloverkætlanina undir egnum navni, og á vári í 2021 var farið í studio at innspæla fjórðu solo útgávuna. Tónleikarar á útgávuni eru Knút Háberg Eysturstein (sang, gittar, tangentar), Mattias Kapnas (klaver, synth), Torleik Mortensen (bass), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur), Jón Festirstein (violin, viola), umframt Dorthea Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim, Jensia Højgaard Kjærbæk, Ingrid Højgaard Petersen og Jóhanna Sofía Petersen (kór). Ein røð av stakløgum var útgivin næstu árini, og í november 2023 kom fagnaða heildarútgávan Hjartasláttur.

Egnar útgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2004 - Knút Háberg Eysturstein Havsglóð[1]
  • 2009 - Knút The Desert Holds A Flower[2]
  • 2013 - Knút On High. Útgávudagur 11. juli.[3]
  • 2021 - Knút Villiniborg (staklag). Útgávudagur 9. juli.[4]
  • 2021 - Knút Himnafar (staklag). Útgávudagur 1. oktober.[5]
  • 2022 - Knút Ogn (staklag, orð eftir Regin Dahl (1918-2007)). Útgávudagur 28. januar.[6]
  • 2023 - Knút Tú ert (staklag, orð eftir Regin Dahl (1918-2007)). Útgávudagur 1. juni.[7]
  • 2023 - Knút Vit sótu við havið (staklag). Útgávudagur 22. september.[8]
  • 2023 - Knút Hjartasláttur. Útgávudagur 24. november.[9]
  • 2023 - Knút Tá ódnin brestur á (staklag, orð og lag eftir Bob Dylan, 'A Hard Rain's A-Gonna Fall'. Rói Patursson umyrkti). Útgávudagur 12. september.[10]

Tónleikari á hesum útgávum

[rætta | rætta wikitekst]

Bókaútgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2019 Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin, Vestmanna: Sprotin.

Ritgerðir og greinir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2018 "Tónar av manna munni - um tað siðbundna í samtíðini", í: Frændafundur 9 Archived 2021-01-24 at the Wayback Machine, Hugvísindastofnun Háskóla Íslands, s. 199-210.
  • 2016 "Upptøkur í hundrað ár - um innsavnan av siðbundnum tónleiki í Føroyum", í: Varðin Mentanarrit, 83 nr. 1, s. 129-140
  • 2015 "Færøsk kædedans - at opføre nationen?" (fyrilestur/paper), Kvæðaráðstevna/Ballad Conference, Norðurlandahúsið juli 2015
  • 2014 "Regin Dahl - tónaskald í útlegd", í: Sosialurin 9, 12. desember 2014
  • 2014 Regin Dahl og Færøerne - Komponisten Regin Dahl og færøsk identitetsdannelse, kandidat/M.A. ritgerð á Københavns Universitet, Institut for Kunst og Kulturvidenskab
  • 2010 Black metal, religion og liminalitet, B.A. ritgerð á Københavns Universitet, Institut for Kunst og Kulturvidenskab
  1. Tutl.com[deyð leinkja]
  2. Tutl.com[deyð leinkja]
  3. "Planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-06-18. https://web.archive.org/web/20130618200540/http://planet.fo/grein/knut_vid_nyggjari_tgavu_og_konsert. Heintað 2013-06-15. 
  4. [1]
  5. [2]
  6. [3]
  7. [4]
  8. [5]
  9. [6]
  10. [7]