Gestir
Føroyski rock bólkurin Gestir var stovnaður í 2002. Limirnir í bólkinum vóru Ólavur Jákupsson (sang, gittar), Torfinnur Jákupsson (gittar, tekst), Knút Háberg Eysturstein (keys), Niels Jákup í Jógvanstovu (bass) og Jógvan Andreas á Brúnni (trummur). Bólkurin spælir sítt eyðkenda slag av sveimandi, huglagsríkum rocki, har føroysku tekstirnir og eginsama røddin hjá sangaranum Ólavi Jákupssyni seta sítt týðiliga frámerki. Fyrsta plátan, "Burtur frá toftunum", var útgivin í 2006 av Plátufelagnum Tutl. Enska Plan C Management er management fyri Gestir.
Fyrsta Gestir framførslan var í 2002 í Losjuni í Gøtu, har teir spældu saman við íslendska rock bólkinum Úlpa. Kvøldið eftir spældu Gestir til Tutl 25 ár konsert í Útvarpshøllini, og eitt lag frá tí framførsluni kom við á "Tutl 25 ár" savnsfløguna.
8 mánaðir seinni vunnu Gestir Prix Føroyar 2003, eftir at teir fyrst gjørdust nummar tvey í undanumfarinum og vunnu hálvfinaluna. Bólkurin spældi úti sum heima tað summarið, og seinni á árinum var fari í Lundgaard Studios í Vejen, DK. Hetta var partur av vinningum frá Prix Føroyum. Í 2004 spældi bólkurin m.a á G! Festival og til AME (Atlantic Music Event) á spælistaðnum Vega í Keypmannahavn (saman við Eivør og Makrel). Framførslan í Vega hetta árið, var nógv róst í føroyskum fjølmiðlum. Í 2005 spældu Gestir til Prix Føroyar/AME í Norðurlandahúsinum (sum vinnarar frá 2003), eins og at ein G! Festival framførsla somuleiðis var hetta árið. Bragdið við AME framførslu í Vega í Keypmannahavn var endurtikin hetta árið (200 og Makrel vóru eisini við á teirri konsertini). Aftaná konsertina fóru Gestir enn ein túr í væl útgjørdu upptøkuhølini í Lundgaard Studios í Vejen, DK. Hesufer vóru fleiri løg tikin upp aftrat, og bólkurin brúkti restina av 2005 og fyrra helming av 2006 at arbeiða við komandi Gestir fløguni. Upptøkur vóru eisini gjørdar í London, m.a í Vestry Hall Studios.
Leingi var bíða eftir fyrstu Gestir fløguni, og mong vóru spent um hana. Umsíðir var kunngjørt, at fløgan fór at bera heitið "Burtur frá toftunum", og eisini frættist at hon fór at koma út á G! Festival 2006. Gestir vóru við á AME Í Reykjavík á vári í 2006, og í juli høvdu teir útgávukonsert á G! Festivalinum, har fløgan var útgivin av fyrsta sinni. "Burtur frá toftunum" kom á fyrsta sinni út á Plátufelagnum Tutl. Seinni hetta summarið vóru útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum, og á Nord Atlantiske Brygge í Keypmannahavn, har strúkarar, stórskíggi og annað gott var við í framførslunum. Árið endaði við at Teitur bjóðaði bólkinum at hita upp fyri seg í Store Vega í Keypmannahavn. Nógv fólk vóru til konsertina, og eitt úrslit av henni var managementsáttmáli fyri allan heimin, bókingarsáttmáli fyri fastlands Evropa og ein møguligur bókingarsáttmáli fyri Danmark.
Í 2007 spældu Gestir á AME í NASA í Reykjavík, og í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Gestir opnaðu eisini stóra pall á ársins G! Festivali. Í løtuni arbeiða Gestir við nýggjum tilfari, har tekstirnir eru á enskum.
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Phoenix FM - Interview with Gestir for Phoenix FM