Jump to content

Rasmus Rasmussen, tónleikari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rasmus Rasmussen, tónleikari
er eitt menniskja
Fødd(ur) 14. jul 1980
Andaðist 10. okt 2012
Starv tónleikari, sangari
Dátuheiti

Rasmus Rasmussen (14. juli 1980 - 10. oktober 2012) var ein føroyskur tónleikari, guitarleikari, sangari og sangskrivari úr Havn. Rasmus var ein av tónleikarunum í føroyska rokk tónleikabólkinum Makrel, sum gjørdist nummar trý í tónleikakappingini Prix Føroyar 2003. Á Atlantic Music Event í 2005 vann Rasmus heiðurin sum Føroya besti guitarspælari.[1] Í februar 2014 fekk Rasmus posthumt Róland virðislønina 2014 frá føroyska LGBT felagsskapinum. Pápi hansara, Mortan Rasmussen, tók ímóti virðislønini á hátíðarhaldi í Perluni í Havn.[2]

Tónleikaútgávur

[rætta | rætta wikitekst]

Egnar útgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Implosive, 2002
  • Edelweiss, 2007
  • Poems in Sound, 2008[3]
  • Blágrøna Ljósmyrkrið, 2009.
  • Náttúran sigrar, 2012[4]

Úgivið við bólkinum Makrel

[rætta | rætta wikitekst]

Makrel løg á øðrum útgávum

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1998 Grótføroyskt undir navninum Happy?. skering 4.
  • 2003 Prix Krem 2003 skeringar 6 & 11.
  • 2006 Malagrót skering 10.

266b málið

[rætta | rætta wikitekst]

Rasmus Rasmussen var samkyndur og var opin um tað. Í 2006 varð hann álopin í Havn og illa sligin. Onkur royndi at melda tilburðin, men tað bar ikki til hjá løgregluni at gera nakað við teir sum framdu ógerningin, varð sagt tá, tí samkynd vóru ikki vard av føroysku lógini. Har varð hugsað um rasismugreinina, grein 266b, sum verjir minnilutar og sigur, at fólk ikki mugu vera fyri mismuni. Danska greinin ljóðar soleiðis: Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år. 266b var partur av Revsilógini, men hon var ikki sett í gildi í Føroyum. Tað vóru tingfólk úr Tjóðveldi, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, sum løgdu fram uppskot um broyting av 266b, men tað var ikki undirtøka fyri at verja tey samkyndu í hesi lógini á Føroya Løgtingi. Ikki fyrr enn Rasmus Rasmussen var álopin, og gerningsmenninir ikki kundu revsast. Málið varð nógv umrøtt í føroysku fjølmiðlunum, og nógv fólk høvdu sterkar meiningar bæði fyri og ímóti. Niðrandi útsøgnir vóru sagdar av tingsins røðarapalli. Tað endaði við, at 266b varð samtykt á Føroya Løgtingi í desember 2006. Fyrstu ferð málið var fyri var í 1987, tá var tað bara Karin Kjølbro ið atkvøddi fyri. Felagsskapurin LGBT í Føroyum heiðraði Finni Helmsdal, sála, og Annitu á Fríðriksmørk í januar 2012 og gav teimum heiðurin Ársins hinskynd 2011.[5] Rasmus kom ongantíð ordiliga fyri seg aftur, eftir at hann varð álopin, hann gjørdist sálarliga sjúkur, og 10. oktober 2012 tók hann lívið av sær í Viðarlundini í Havn. Hann gjørdist bert 32 ára gamal.[6]

Minningarhald og stuðulskonsert fyri Rasmusi til frama fyri Fountain House Føroyar

[rætta | rætta wikitekst]

Leygarkvøldið hin 13. oktober 2012, tríggjar dagar eftir at Rasmus var farin, var skipað fyri minningarhaldi á tónleikastaðnum Sirkus í Havn. Fyrireikararnir søgdu, at talan var um "open stage" og "jam session". Eftir minningarhaldið skuldi tónleikabólkurin 200 hava konsert. Knapt eina viku eftir, at Rasmus doyði, segði Kringvarpið frá tíðindum um at vinfólk hjá Rasmusi høvdu tikið stig til at stovna ein vælgerðargrunn í navni Rasmusar, hvørs endamál skal vera at hjálpa við til at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum.[7] Í seinastuni hevur ynski fleiri ferðir verið frammi um at tørvur er á einum Fountain House í Føroyum, har sálarsjúk fólk kunnu venda sær, tá tey ikki eru innløgd. Samgongan á Føroya Løgtingi hevur ikki raðfest hetta og tí er tað ikki blivi til nakað enn (oktober 2012). Men nú hava nøkur fólk so tikið stig til at stovna henda grunnin, sum kann gera tað møguligt at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum. Tað fyrsta tiltakið hjá grunninum er eitt stuðulstiltak í Sjónleikarhúsinum hin 20. oktober 2012 fyri Fountain House Føroyar og ein minniskonsert sama kvøld og sama stað til minnis um Rasmus Rasmussen. Nakrir fyrilestar vóru á skránni, sum Súna Mørk, Súsanna Winther Poulsen og Heri Kragesteen stóðu fyri. Á konsertini skuldu hesir bólkar og einstaklingar framføra: Hanus G. Johansen, Makrel, 200, Sveinur, Diatribes og Kári P..[8]

  • Róland virðislønin 2014 frá LGBT Føroyum
  • 2005 - Var kosin Ársins guitar leikari á AME (Atlantic Music Event) í Føroyum
  1. AME.fo Archived 2013-12-17 at the Wayback Machine AME-virðislønir, leygarkvøldið 23. apríl 2005
  2. Facebook.com, mynd frá tiltakinum í Perluni á síðuni hjá LGBT Føroyum.
  3. "Comosers.fo". http://www.composers.fo/rasmus+rasmussen.html. Heintað 2013-10-21. 
  4. rateyourmusic.com, Náttúran sigrar
  5. LGBT.fo
  6. Kringvarp.fo, Maður funnin deyður í Viðarlundini í Havn
  7. Kringvarp.fo, Vælgerðargrunnur skal fíggja hús til sálarsjúk, Grunnurin verður nevndur eftir Rasmusi Rasmussen, tónlistamanni, sum doyði herfyri
  8. Facebook.com, Fountain House Føroyar grunnurin