Karin Kjølbro
Karin Kjølbro | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. mar 1944 í/á Klaksvík |
Starv | Bachelor of Social Work, politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Børn | Bergtóra Høgnadóttir Joensen |
Dátuheiti |
Karin Ranvá Kjølbro (fødd 27. mars 1944 í Klaksvík - ) er onnur av fyrstu kvinnunum, ið varð vald beinleiðis inn á Føroya Løgting, har hon sat fyri Tjóðveldisflokkin (nú: Tjóðveldi).
Í 1983-1984 var hon blaðstjóri á 14. september, men fór frá við valið í 1990. Hon er útbúgvin sosialráðgevi. Karin eigur trý børn, tvær døtur og ein son, onnur dóttirin, Bergtóra Høgnadóttir varð vald inn á Ting í 2008.
Útnorðurráðið
[rætta | rætta wikitekst]Forkvinna í Útnorðurráðnum 1990-1991
Javnstøðulóg
[rætta | rætta wikitekst]Longu í 1979 legði Karin Kjølbro fram uppskot um javnstøðulóg fyri Føroyar. Henda bleiv tó ikki viðtikin fyrr enn í 1996.
Tá ið uppskot um broytingar í §266b fyrstu ferð varð lagt fram á ting í 1989, var Karin Kjølbro úr Tjóðveldi einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum. Lógaruppskotið førdi til, at táverandi samgongan slitnaði, av tí at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.