Allan Tausen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Allan Tausen (føddur 7. juli 1977 í Føroyum), uppvaksin í Føroyum og Grønlandi, er føroyskur tónleikari. Hann flutti til Grønlands við familjuni, meðan hann gekk í fyrsta flokki. Í 1998 flutti hann aftur til Føroya at búgva. Pápi hansara, Regin Jaspurson Tausen, var føroyingur og mamman er grønlendsk. Pápin var eisini tónleikari, hann andaðist í juli 2013, sama ár sum fyrsta fløgan hjá Allan kom út.

Allan spælir við bólkinum Marius og hevur eisini spælt tónleik saman við Høgna Lisberg, Knút Háberg Eysturstein og øðrum.[1] Meðan hann sum tannáringur búði í Nuuk spældi hann tungmálmstónleik (Heavy Metal) við einum grønlendskum bólki.

Allan gav út sína fyrstu solo tónleikaútgávu á heysti 2013 við heitinum Unknown, fløgan var í ger frá 2008 til 2013. Hann hevur sjálvur skrivað átta av teimum 11 sangunum. Eitt av løgunum er eitt instrumentalt lag spælt av nýggjum til sangin Villar víddir hjá Kára P. Jens L. Thomsen hevur framleitt fløguna saman við Allan. Sangurin Heyah[2] varð nógv spældur í føroysku útvarpsrásunum, eftir at fløgan var komin út. Allan spældi útgávukonsert í Nuuk, har hann eisini vaks upp, í samrøðu við Eyðfinn Jensen í útvarpssendingini Brunsj, segði hann, at tað var eitt stórt upplivilsi at spæla í Nuuk. Í sendingini greiddi hann eisini frá um útgávuna og um heitissangin Unknown, sum hann skrivaði einaferð, tá pápi hansara var deyðasjúkur. Hann skrivaði sangin sum um at pápin var farin, men tað vísti seg, at pápin kláraði tað og livdi nøkur ár afturat. Tað løgna var bara, at júst tá Allan gevur út henda sangin nøkur ár seinni, tá andaðist pápi hansara umleið eina viku eftir, at fløgan hjá Allan var liðug.

Allan er útbúgvin byggiteknikari. Hann livir saman við Janu Hjallgrímsdóttir, saman eiga tey tvey børn. Allan eigur eisini eitt barn, sum hann fekk á heilt ungum árum við einari aðrari kvinnu.

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 - Unknown

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Music.fo
  2. Heyah á Youtube.com