Keltisk mál
Appearance
Indo-evropeiskt |
---|
Indo-evropeisk mál |
Albanskt | Anatolisk Armensk | Balto-slavisk | Keltisk Germansk | Grikskt | Indo-iransk Italsk | Tokarsk |
Frum-indo-evropeiskt |
Mál | Samfelag | Trúgv Kurgiskt | Jamna | Stríðsøksamentan |
Indo-evropeisk gransking |
Keltisk mál, felagsheiti fyri bæði livandi og útdeyð mál, ið einaferð rukku frá Miðeystri til Vesturevropa.
Keltisku málini ið framvegis verða tosað í teim "keltisku tjóðunum" í dag, eru: Tey Goidelisku tvs. Skotskt gæliskt, Írskt og Manskt; og tey Brythonisku tvs. Walisiskt, Corniskt og Bretonskt.
Søguliga var Proto-Keltiskt helst býtt uppí í 4 undir-ættir:
- Gauliskt og Lepontiskt, Noriskt og Galatiskt. Hesi mál vórðu einaferð tosaði í økinum frá Fraklandi til Turkalands og frá Belgia til norður Italia.
- Keltiberiskt, í forðum tosað á Iberisku hálvoynni, serliga í núverandi Portugal, Galicia, Asturias, Cantabria, Aragón og León.
- Goideliskt, tvs. Írskt, Skotskt gæliskt, og Manskt. Teir fyrstu íbúgvarnir í Føroyum vóru sambært Dicuil írskir munkar, og talaðu hesir tí óiva goideliskt.