Keltiskar tjóðir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tær seks keltisku tjóðirnar

Keltisku tjóðirnar er heitið ið nýtt verður um tey 6 økini har tey serskildu keltisku málini verða ella vórðu nýliga tosað. Bert tann eina tjóðin Írland er sjálvstøðug tjóð, hinar hava allar onkursvegna tilknýti til ella eru partur av øðrum fullveldisríkjum.

Tær seks keltisku tjóðirnar[rætta | rætta wikitekst]

Tær 6 keltisku tjóðirnar eru:

Hvør tjóðin hevur sítt egna keltiska tungumál. Í Skotlandi, Írlandi, Wales og Bretagne hava hesi mál verið talaði fram til okkara dagar, meðan á Isle of Man og í Cornwall doyðu málini út. Í hesum báðum seinastu støðunum hava áhugabólkar roynt at endurreisa málini og eru nøkur børn uppald við hesum málum sum "móðurmáli", eins og málini hava fingið ávísa almenna góðkenning, tó mest í sýmbolskum týdningi.


Keltiskur samleiki[rætta | rætta wikitekst]

Keltisku tjóðirnar hava felags samleika á fleiri økjum, og tað finst formelt samstarv á t.d. tí politiska, málsliga, mentanarliga, tónleikarliga og ítróttarliga økinum. Hetta samstarv verður samskipað av The Celtic League.

Keltisku tungumálini[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Keltisk mál

Keltisku tungumálini statistikkur, tølini eru uml.

Tjóð Keltiskt navn Tungumál Íbúgvar Keltisktmælt fólk Prosentvís
Skotland Alba Skotskt gæliskt (Gàidhlig) 5 milliónir 92.400 1.2%
Írland Éire Írskt (Gaeilge) 6 milliónir 355.000 (móðurmál)
1,660,000 (skúlalærd)
Republikkin: 42%
Norður Írland: 10.4%
Isle of Man (Mann) Ellan Vannin Manskt (Gaelg) 84.000 1.700 2.2%
Wales (Lítla Bretland) Cymru Walisiskt (Bretskt) (Cymraeg) 3 miliónir 611.000+ 21.7%
Cornwall (Kornbretland) Kernow Corniskt (Kornbretskt) (Kernewek) 500.000 2.000 0.1%
Bretagne (Syðra Bretland) Breizh Bretonskt (Brezhoneg) 4 milliónir 200.000 3%