Jump to content

Iberianes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Iberiska hálvoyggin)
Fylgisveinamynd.
Mynd: NASA

Iberianes ella Iberiahálvoyggin er eitt stórt nes á útsynningshorninum í Suðurevropa: Spania, Portugal, Andorra og Gibraltar eru londini á Iberianesi. Pyrineafjøll eru mark norðureftir ímóti Evropa, og Gibraltarsund er mark ímillum Iberianes og Marokko í Norðurafrika. Í øldir ráddu mórar, muslimskt fólk úr Norðurafrika, her, og tað vórðu teir, sum høvdu appilsintræið við sær higar. Í Spania og Portugal er heitt miðjarðarhavsveðurlag, og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan týdning. Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í ES. Sum grannalond á Iberianesi hava Portugal og Spania havt mangt í felag. Miðskeiðis í 16. øld vóru Spania og Portugal mætastu lond í Evropa. Bæði høvdu sent rannsóknarlið til fremmand lond og lagt undir seg hjálond í Amerika, Ásia, Afrika og Karibia. Elstu sagnir siga nógv frá fremmandum niðursetufólki og hertøkum. Um ár 1000 f.Kr. bygdu fønikar, grikkar og kartagar handilsbýir á Iberianesi. Fyrst hersettu rómverjar, síðan germanskir vesturgotar bæði londini. Hispania er rómverska heitið fyri Iberia. Í árinum 201 f.Kr. legði Rómverjaríki bæði Spania og Portugal undir seg. Rómverjar kallaðu landspartin Hispania, og latín var almenna málið. Teir gjørdu eisini stórar vatnveitingar til býirnar. Rómversku keisararnir Trajan og Hadrian vóru føddir í Hispania. Í ár 711 tóku muslimskir mórar, ein arábisk tjóð í Afrika, alt økið. Seinast í 15. øld høvdu londini at enda vunnið á mórum, og bæði londini kappaðust sínámillum um at menna hvørt sítt ríki. Frá 1580 og í 60 ár var Portugal undir sponskum ræði, men fekk so sjálræði. Í Napoleonsbardøgunum vóru londini hvørt í sínum parti. Í nýggjari tíð hava bæði londini havt einræðisstjórnir, men miðskeiðis í 1970-árunum varð fólkaræði sett á stovn.

Stórur partur av Iberianesi er víður háslætti, nevndur Meseta. Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið