Georgius

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Georgius
Sankta Georg - Sankta Jørundur
Άγιος Γεώργιος (grikst)
Georgius (sanctus) (latín
Fødd(ur) 280
Lydda, Syria Palaestina, Rómverjaríkið
Doyði 23. apríl 303
Nicomedia, Bithynia, Rómverjaríkið
Hámett(ur) í Anglikansku kirkjuni, Luthersku kirkjuni
Rómversk-katólsku kirkjuni, ortodoksu kirkjuni
Orientalsk ortodoksu kirkjuni
Halgiskrín Sankta Georg kirkjan í Lod Ísrael
Navnadagur 23. apríl
Eyðkenni Ílætin sum hermaður, ríðandi á hvítum hesti,
ofta í bardaga við drekan sum hann vegur við
svørði ella spjóti. Vestanfyri ofta berandi fána
ella skjøldur við Krossi Sankta Georgs.
Vernd hjá m.ø.: Aragon, Catalonia, Ongland, Etiopia,
Georgia, Grikkaland, India, Irak, Litava,
Palestina, Portugal, Serbia og Russland,
eins og býirnir Genoa, Amersfoort, Beirut,
Fakiha, Bteghrine, Cáceres, Ferrara, Freiburg,
Kumanovo, Ljubljana, Pomorie, Preston,
Qormi, Rio de Janeiro, Lod, Barcelona, Moskva,
Tamworth og maltesiska oyggin Gozo,
somuleiðis er hann verndarhalgimenni fyri fleiri
fakøki, felagsskapir og sjúklingar.
Georgius vegur drekan.

Gerorgius (eisini Sankta Georg (Sankta Jørundur?), danskt Sankt Jørgen), († uml. 275 – 280 Lydda (ella Kappadokia) - * 23. apríl 303 í Nicomedia, Bithynia í núverandi Turkalandi, var ein rómverskur hermaður ið gjørdist kristin pínslarváttur undir forfylgingum keisara Diocletians.

Georgius og drekin[rætta | rætta wikitekst]

Søgnin um Sankta Georg og drekan, finst í fleiri útgávum. Hon kom til Vestureuropa við krossfararum ið komu heimaftur úr heilaga landinum.

Ein av hesum søgnum sigur frá, at Georgius bjargaði staðnum "Silene" í Libya undan einum dreka. Í staðnum var ein hylur til støddar sum vatn, har ein sóttarberandi dreki dvøldist og hesin drekin eitraði alt umhvørvið. Til tess at tekkjast drekanum plagdi fólkið í Silene at fóðra hann við tveimum seyðum um dagin, og væntaði teim seyður, fóðraðu tey hann við teirra egnu børnum, útvald við lutakasti. Einaferð fall lutakastið á dóttur kongs, sum ið nøkrum søguútgávum verður rópt "Sabra". Kongsdótturin varð leidd til vatnið íklødd sum brúður, at verða føði drekans. Í hesi stund reið Georgius framvið vatninum, kongsdóttirin bað hann flýggja, men hann noktaði. Tá drekin kom upp úr vatninum, risti Georgius fyri sær kross og bjóðaði drekanum av, sitandi á rossabaki. Georgius særdi drekan og bað prinsessuna binda belti um hálsin á honum. Tá prinsessan so gjørdi, fylgdi drekin henni eins og var hann seyður. Georgius og prinsessan leiddu drekan inn í staðin Silene og fólk blivu ræslusligin tá tey sóu hann. Men Georgius ákallaði tey og segði at um tey samtyktu at gerast kristin og lótu seg doypa, so vildi hann drepa drekan. Kongurin og fólkið í Silene gjørdust kristin og Georgius vág drekan, og máttu fýra oskatrektir vognar til at koyra ræið út úr staðnum. Fimtan túsund menn, umframt kvinnur og børn, vórðu doypt til kristindómin. Á staðnum har drekin doyði, læt kongur byggja kirkju ognað Hini Sælu Mariu Moy og Sankta Jørundi, og frá altari hennara sprakk kelda hvørs vatn lekir allar sjúkdómar.

Traditionelt hevur svørðið ið Georgius vág drekan við verið kallað "Ascalon", navngivið eftir býnum Ashkelon í Ísrael. Av hesi orsøk fekk persónliga flogfar Winston Churchills undir seinna veraldarbardaga navnið Ascalon, tí Georgius er verndarhalgimenni Onglands.

St. George's Cross[rætta | rætta wikitekst]

St. George's Cross, flagg Onglands.
Krossur Sankta Georgs í flagginum hjá Georgia, sum síðan krossferðirnar hevur av vesturlendingum verið uppkallað eftir hesum halgimenni

St. George's Cross (Krossur Sankta Georgs) er reyður krossur á hvítum fána. Hann er vorðin flagg og býarmerki í fleiri londum og støðum har Georgius er verndarhalgimenni, t.d. í Onglandi, Georgia, Aragon, Grikkalandi, Genoa og Barcelona.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið