Ebba Hentze
Ebba Hentze (fødd 25. september 1930 er ein føroyskur rithøvundur, barnabókahøvundundur, skald, týðari og ummælari. Hon fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1984, Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2006 og Mentanarvirðisløn Landsins í 2008.[1] Ebba hevur bæði skrivað á føroyskum og donskum. Meðan hon búði í Danmark skrivaði hon mest á donskum. Hon er ættleidd til Føroya og vaks upp á Tvøroyri.Foreldur hennara vóru Peter Christian Pauli Hentze (1891-1971), keypmaður og Olivia Sophie Skaalum (1888-1976) úr Hvalba. Ebba fór sum ung niður til Danmarkar, har hon tók studentsprógv frá Statens Kursus í Keyðmannahavn í 1950. Síðan fór hon at lesa mál og bókmentafrøði á Københavns Universitet. Lisið bókmenta- og málfrøði á Københavns Universitet. Harumframt fekk hon námsstyrk til lestur við Uppsala Universitet í Svøríki og til universitetini í Wien, Rom og Sorbonne í 50-unum.[2] Ebba arbeiddi eitt tíðarskeið fyri danska blaðið Politiken, har hon var forlagsráðgevi, hon hevur eisini verið bókmentakonsulentur á Gyldendal. Søgur hennara eru blivnar lisnar í Danmarks Radio og Sveriges Radio. Hon skrivaði fleiri stuttsøgur m.a. til Politikens Magasin. Tað fyrsta sum kom á prent hjá Ebbu var ein yrking, sum kom í danska tíðarritið Hvedekorn, tað var í 1953. Ebba hevur arbeitt freelance í donskum, føroyskum og svenskum útvarpi. Ebba flutti aftur til Føroya seinast í 1970-árunum og fekk ein týðandi leiklut millum rithøvundar í Føroyum. Í 1985 gav hon eitt týðandi íkast til føroyskar kvinnubókmentir við prosayrkingini Kata, ein seinkaður nekrologur. Yrkingin lýsir eina kvinnu, sum gevur upp dreymar sínar um at fáa sær eina útbúgving, tí hon má taka sær av yngru systkjunum, sum eru blivnir móðurloysingar. Ebba hevur umsett nógvar bøkur til danskt mál úr enskum, týskum, svenskum og føroyskum. Hon hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði við at týða føroyskar bøkur til danskt. Hon hevur umsett bøkur hjá fleiri føroyskum rithøvundum, ikki minst bøkur hjá Jóanes Nielsen. Ebba hevur verið limur í nevndini, sum ger tilmæli til norðurlendsku bókmentavirðislønina. Hon er varalimur Rithøvundafelagsins í Málnevndini.[3]
Bókmentir í úrvali
Barnabøkur
- Antonia og Morgenstjernen, 1981, barnabók
- Antonia midt i det hele, 1982, barnabók - Báðar bøkurnar um Antoniu eru skrivaðar á donskum, týddar til føroyskt, norskt og svenskt, og eru eisini komnar út í Hollandi og Belgia. Lisnar í finska, svenska, norska og íslendska útvarpinum.
- Bjørns søn, 1983, barnabók (søgan byggir á eitt sagn úr Hvalba, haðani móðir Ebbu kom)
- Mia, skúlagenta í Havn, 1987, barnabók
- Gulleygað, 1992, barnabók
Stuttsøgur
Yrkingar
- Kata, ein seinkaður nekrologur, 1984 í Brá nr. 5[5] Er eisini útgivin í føroysku skúlabókini Les 2, sum er til framhaldsdeildina.[6]
Týðingar av føroyskum bókum til danskt
- Bølgerne leger på stranden (Jens Pauli Heinesen), Gyldendal, 1980.
- Livets Sommer (skaldsøga hjá Oddvør Johansen), Forlaget Vindrose, 1982.
- Med Edgar Allan Poe i Solhavn. Husets Forlag, 1984. (Eitt úrval av stuttsøgum, 12 í tali, hjá Hanus Andreassen)
- Ligesom, 1986, (yrkingasavn eftir Róa Paturssyni, sum vann Norðurlanda heiðurslønina), upprunaheitið: Líkasum
- Saltet i dampende middagsgryder, 1988 (yrkingar eftir Jóanes Nielsen), Vindrose, Ebba Hentze gjørdi eitt úrval av yrkingum úr hansara fyrstu søvnum og umsetti tey til danskt.[7]
- Færøhesten, 1990 (barnabók, myndabók, eftir Ólavur Michelsen)[8]
- Gummistøvler er de eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne, 1992 (skaldsøga eftir Jóanes Nielsen) og digtsamlingerne. Upprunaheitið: Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum
- Kirkerne på havets bund, 1994, (yrkingar eftir Jóanes Nielsen). Upprunaheitið: Kirkjurnar á havsins botni
- Grå oktober, 1995 (krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen)[9] Upprunaheitið: Gráur oktober
- Sting, 1998, (yrkingar eftir Jóanes Nielsen). Upprunaheitið: Pentur
- I morgen er der atter en dag (skaldsøga hjá Oddvør Johansen) - varð tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyrst í 2000, men síðan varð tað útsett til 2001. Bókin er ikki útkomin í Danmark enn.
- Blodprøver, 2003 (yrkingar eftir Tóroddi Poulsen)
- Hedder noget land weekend?, 2005 (sjónleikur eftir Jóanes Nielsen)
Heiðurslønir, gávugóðs o.a.
- Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1984
- Drassows Legat í 1992[10]
- Lachmannska Priset í 2002
- Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2006
- Mentanarvirðisløn Landsins í 2008
- Sømdargáva landsins 2012, sum er ein árlig upphædd á 20.000 kr. restina av lívinum.
Keldur
- ↑ MMR.fo
- ↑ Rit.fo
- ↑ Rit.fo Formansfrágreiðing 2007
- ↑ Nordicwomensliterature.net
- ↑ Nordicwomensliterature.net LYSTEN TIL ET ANDET LIV eftir Maluna Marnersdóttir
- ↑ Ljodbokur.fo
- ↑ Rit.fo
- ↑ Adlibris.com Færøhesten
- ↑ Adlibris.com
- ↑ Litteraturpriser.dk