Jump to content

Amerikonsk søga

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Bretlandi til Massachusetts við skipunum Mayflower.

Í fyrstuni høvdu Sameindu Statirnir 13 lond, hvørt við sínari søgu og sínum siðum. Í 1787 gekk herovastin og politikarin George Washington á odda at smíða eina grundlóg, sum gav samveldisstjórnini í District of Columbia nógv vald. Grundlógin, sum kom í gildi í 1789, tryggjaði fólkinum og statunum stórt frælsi. Nú er USA ríkasta og sterkasta land í heiminum. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Fyri bara 200 árum síðan var USA veikt og ungt. Tá var USA ein smøl ál fram við Atlantshavi, og har búðu bara 4 mió. fólk. Vestan fyri var ómetaliga vítt og púra fremmant land. Upp ígjøgnum 19. øld otaðu niðursetufólkini seg alsamt longri vestureftir. Tað elvdi til mangan harðan bardaga við upprunafólkið, indianar, og teir vórðu at kalla týndir. Alla tíðina tustu tilflytarar úr Europa á land á eysturstrond USA. Í 1900 fingu amerikanarar meira burtur úr jørðini og ídnaðinum enn nakað annað framkomið land. Hetta ríkidømið og valdið, sum stóðst av tí, eggjaði USA at leggja seg meiri og meiri út í altjóða viðurskiftini, og USA var við í m.a. bæði Fyrra- og Seinna heimsbardaga.


Indianarnir

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Upprunaamerikanarar

Sitting Bull, 1885.



Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá ið Christopher Columbus kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA. Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymisk mál. Hildið verður, at Beringssundið var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillum Asia og Norðuramerika. Veiðimenn og savnarar komu úr Asia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indianar, tí Christopher Columbus helt, at hann var komin til India. Skógarindianar í t.d. Ohio lótu seg í skinnklæði at verja fyri kulda. Indianarnir á útnyrðingsstrondini vóru fiskimenn og bygdu sær stór hús. Teir prýddu hús og bátar við litaðum træskurðum. Indianarnir, ið búðu á háslættunum, dugdu væl at flætta kurvar. Puebloindianar í m.a. Colorado bygdu sær hús av tigulsteini. Húsini vóru stór, og fleiri húski búðu undir somu lon. Eisini vevaðu teir litføgur klæði. Tá ið tosað verður um grasfløtuindianar í m.a. Dakota, eru siouxindianar teir gitnastu. Húðina av bisonanum nýttu teir til tjøld. Indianarnir landsynningsmegin dyrkaðu bønir, tubbak og mais. Húsini, ið teir bygdu sær, vóru ferhyrnt og høvdu hálmtak. Á mangan hátt vóru teir hvítu úr Europa betur fyri, men indianarnir stóðu ikki aftari. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv og mál, og felagsskapurin var góður.



Niðursetufólkið

[rætta | rætta wikitekst]



Amerikanska Kollveltingin


[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Amerikanska Kollveltingin



Amerikanska Borgarakríggið

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Amerikanska Borgarakríggið

Ídnaðarsamfelagið 



[rætta | rætta wikitekst]

Henry Ford setur heimin á hjól



[rætta | rætta wikitekst]

Heimskreppan

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Heimskreppan 1929



Seinni heimsbardagi

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Seinni heimsbardagi

Kalda kríggið

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Kalda kríggið



Rúmdarmenn á mánanum



[rætta | rætta wikitekst]

Yvirgangsálopið 9/11


[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Yvirgangsálopið 9/11

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið