Ali babba - og 49 aðrar blaðgreinir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ali babba - og 49 aðrar blaðgreinir

Ali Babba- og 49 aðrar blaðgreinir er eitt savn við fimmti greinum, ið Høgni Mohr hevur skrivað og latið prentað í Dimmalætting og Vinnuvitan frá desember 2004 til februar 2006.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Greinasavnið snýr seg um fólk, sum búgva í Føroyum, og onnur, ið hava tilknýti til hetta landið, men búgva uttanlands. Tekstirnir hava sum innihald trý eyðkend sløg av menniskjum: tey ávísu ókendu, sum standa aftan fyri tey kendu; onnur, ið eru mitt í einum serliga spennandi starvi; og hini, ið virka fremst í vinnulívinum. Savnið er sostatt grundað á tríggjar greinarøðir, ið júst eru greiddar úr hondum eftir hesum trimum leistum.

Les eisini[rætta | rætta wikitekst]

Mohr, Høgni (2010) Tá deyðin verður avdúkaður. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880518

Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótta og sorg, og so tann einfalda, positiva mennsikjafatanin [1] - Erhard Jacobsen, ummælari.

Mohr, Høgni (2017) Fractura nasi. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525. Kirsten Brix týtt til danskt 2019. Danskt heiti Rejse for livet. forlag Amanda Books. Seld til filmframleiðslu í 2018.

Hon er í passandi flogferð, skrivingin. Floygd, sum eingin annar tekstur eg nýligani havi lisið. Síðst eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg læs Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans [2] - Birgir Kruse, ummælari.

Mohr, Høgni (2018) Slepp tær til heiti fani. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880532. Tekningar: Astrid Andreasen.

Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi [3] - Birgir Kruse, ummælari.

Mohr, Høgni (2019) mær dámar ikki høgna hoydal. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549

Týtt og ritstjórnað[rætta | rætta wikitekst]

2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður[4].

2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður[5].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Jacobsen, Erhard. "Duga tey ikki at reypa sjálvi?". https://erhjac.wordpress.com/2010/11/02/duga-tey-ikki-at-reypa-sjalvi/. 
  2. Kruse, Birgir. "Høgni í útbroti". http://birkblog.blogspot.com/2017/09/hgni-i-utbroti.html. 
  3. Kruse, Birgir. "Tá Gerhard varð lúnsjaður í Losjuni". http://birkblog.blogspot.com/search?q=slepp+tær+til+heiti+fani. 
  4. "Askur og Embla". http://ritograk.fo/?p=products&_sp=product&_ProductFilterIds=&_ProductId=3634&l=fo. 
  5. Mohr, Høgni. "Sannleikin um ástarævintýrið". https://rit.fo/?id=news&news=21201.