Slepp tær til heiti fani

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Slepp tær til heiti fani
Bókin, Slepp tær til heiti fani, avmyndað.jpg

Slepp tær til heiti fani er eitt tekstasavn frá 2018 við 16 útvaldum tekstum um líkt og ólíkt, ið føroyski rithøvundurin Høgni Mohr hevur skrivað. Astrid Andreasen hevur myndprýtt savnið.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Vrakað hugsjón, akademisk mótstøða og etikettleyst embæti. Bleytt politi, livandi elli og kritiskur kommunulækni. Heimspeki, bukkumenn, facebook og idiotisk lóg. Paradoksal frelsa, regluleyst skald og tvørt flogvit. Skjarrligur journalistur, føroyskt upprør og karismatiskar illbønir. Hetta tykist sum ein tvørlig bók um ómøgulig mál og serar persónar. í veruleikanum snúgva teir 16 tekstirnir seg mest um ein kontrárigan rithøvund og journalist.

Sjálvur sigur høvundurin at skal teksturin vera áhugaverdur í longdini, mást tú geva lesaranum eitt spark upp undir rørarnar viðhvørt[1].

Les eisini[rætta | rætta wikitekst]

Mohr, Høgni (2006) Ali babba: og 49 aðrar blaðgreinir. Øgiliga egið forlag.

Tekstirnir hjá Høgna Mohr eru alt annað enn knappir og orðafátækir. Teir eru litríkir, inniligir og ofta sera undirhaldandi sum hjá einum rithøvundi. Sum lesari merkir tú, at Høgni hugnar sær, meðan hann skrivar, og tú sært hann næstan fyri tær, tá hann nøgdur rakar seymin á høvdið við sínum øðrvísi orðingum. Vónandi verður hansara skriviháttur nýttur sum dømi um góðan og fyrimyndarligan skrivihátt í skúlunum[2]  - Uni Arge, journalistur.

Mohr, Høgni (2010) Tá deyðin verður avdúkaður. Øgiliga egið forlag.

Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótta og sorg, og so tann einfalda, positiva mennsikjafatanin[3]  - Erhard Jacobsen, ummælari.

Mohr, Høgni (2017) Fractura nasi. Øgiliga egið forlag. Kirsten Brix týtt til danskt 2019. Danskt heiti: Rejse for livet. Forlag Amanda Books. Seld til filmframleiðslu 2018.

Hon er í passandi flogferð, skrivingin. Floygd, sum eingin annar tekstur eg nýligani havi lisið. Síðst eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg læs Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans[4]  - Birgir Kruse, ummælari.

Mohr, Høgni (2019) mær dámar ikki høgna hoydal. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Mohr, Høgni. "Hvør setningur skal smakka". http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/08/28/hvr-setningur-skal-smakka. 
  2. Arge, Uni. "Veruleikin sum listagrein". https://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Fjoldmidlar_net.pdf. 
  3. Jacobsen, Erhard. "duga tey ikki at reypa sjálvi?". https://erhjac.wordpress.com/2010/11/02/duga-tey-ikki-at-reypa-sjalvi/. 
  4. Kruse, Birgir. "Høgni í útbroti!". http://birkblog.blogspot.com/2017/09/hgni-i-utbroti.html.