Fractura nasi
Fractura nasi er ein tilverulig og samfelagslig ferðafrásøgn úr Føroyum frá 2017 skrivað av rithøvundinum Høgna Mohr. Í 2017 var hon mest selda bók í Føroyum, og hevur hon fingið rós av føroyskum ummælarum.
Bókin varð í 2019 týdd til danskt við heitinum Rejse for livet [1]
Tann 12. august 2018 fekk filmsframleiðarin Torfinnur Jákupsson sáttmála, um rættin at gera Fractura nasi til filmshandrit.
Søgugongd
[rætta | rætta wikitekst]Høgni Mohr fer spontant avstað í allar bygdir og allar oyggjar í Føroyum. Høvuðsmotorurin á 1.300 kilometra longu ferðini er leitanin eftir svarinum upp á avbjóðingar sum sorg, svik og skilaleysar siðvenjur. Hjálparmotorurin hevur tríggjar hestar: humor, atfinningarsemi og ta sváru líðingarsøguna.
Les eisini
[rætta | rætta wikitekst]Mohr, Høgni (2006) Ali babba: og 49 aðrar blaðgreinir. Øgiliga egið forlag.
Tekstirnir hjá Høgna Mohr eru alt annað enn knappir og orðafátækir. Teir eru litríkir, inniligir og ofta sera undirhaldandi sum hjá einum rithøvundi. Sum lesari merkir tú, at Høgni hugnar sær, meðan hann skrivar, og tú sært hann næstan fyri tær, tá hann nøgdur rakar seymin á høvdið við sínum øðrvísi orðingum. Vónandi verður hansara skriviháttur nýttur sum dømi um góðan og fyrimyndarligan skrivihátt í skúlunum[2] - Uni Arge, journalistur.
Mohr, Høgni (2010) Tá deyðin verður avdúkaður. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880518
Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótta og sorg, og so tann einfalda, positiva mennsikjafatanin [3] - Erhard Jacobsen, ummælari.
Mohr, Høgni (2018) - Slepp tær til heiti fani. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525.
Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi [4] - Birgir Kruse, ummælari.
Mohr, Høgni (2019). mær dámar ikki høgna hoydal. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549
Týtt og ritstjórnað
[rætta | rætta wikitekst]2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður[5] .
2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður[6].
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Farlit.fo
- ↑ Uni, Arge. "Fjølmiðlar sum listagrein, p. 53.". https://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Fjoldmidlar_net.pdf.
- ↑ Erhard, Jacobsen. "Duga tey ikki at reypa sjálvi?". https://erhjac.wordpress.com/2010/11/02/duga-tey-ikki-at-reypa-sjalvi/.
- ↑ Kruse, Birgir. "Tá Gerhard varð lúnsjaður í Losjuni". http://birkblog.blogspot.com/search?q=slepp+tær+til+heiti+fani.
- ↑ "Askur og Embla". http://ritograk.fo/?p=products&_sp=product&_ProductFilterIds=&_ProductId=3634&l=fo.
- ↑ Mohr, Høgni. "Sannleikin um ástarævintýrið". https://rit.fo/?id=news&news=21201.