Afrikanska Samveldið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Londini í Afrikanska Samveldinum síggjast sum myrkagrøn á kortinum. Tey ljósagrønu eru útihýst fyribils.

Afrikanska Samveldið (AS) er ein samstarvsfelagsskapur millum 55 sjálvstøðugar tjóðir í Afrika sum varð settur á stovn í 2002. AS (á øðrum norðurlendskum málum AU fyri Afrikanske Union) skal fremja demokrati, mannarættindi og menning í hesum heimspartinum. Tað var statsleiðarin í Libia, Muammar al-Gaddafi, sum tók stig til at seta Afrikanska Samveldið á stovn hin 9. juli 2002 í Durban í Suðurafrika, og eftir ætlan skal samstarvið gerast meira umfatandi enn felagsskapurin ið var áðrenn, Felagsskapur fyri afrikanska eind. Fyrsti leiðarin fyri Afrikanska Samveldið var Thabo Mbeki, sum var forseti í Suðurafrika tá.

Marokko er hevur valt at vera uttanfyri og er tí ikki limur. Landið meldaði seg úr tí fyrra felagsskapinum í 1984 fyri at mótmæla at Vestursahara gjørdist limur. Egyptaland varð útihýst í 2013, Guinea-Bissau varð útihýst í 2012 og Miðafrikanska Lýðveldið var útihýst eftir at stríð tók seg upp har í 2012.

AS er farið burtur frá prinsippinum ið OAU hevði um ikki at blanda seg í innlendis stíð, og hava gjørt ein friðarvarveitandi felagsskap. Hesin broytti politikkurin hevur eitt nú ført við sær, at AS hevur havt friðarvarveitandi herdeildir í Darfur í Sudan og í Komorunum.

AS varð sett á stovn við ES sum fyrimynd, men samstarvið er tó ikki so umfatandi sum hjá Evropeiska Samveldinum.

Ætlanin er at seta á stovn eina felags myndeind fyri Afrikanska Samveldið, hon kemur at eita Afro og verður eftir ætlan tikin í nýtslu í 2028.

AS hevur ein felags tjóðsang: Let Us All Unite And Celebrate Together.

Leiðarar[rætta | rætta wikitekst]

Formaðurin fyri Afrikanska Samveldið verður valdur millum statsleiðararnar í limalondunum og embætið er eitt ár.

Nr. Formaður Tók við embætinum Fór úr embætinum
1  Suðurafrika Thabo Mbeki 9. juli 2002 10. juli 2003
2  Mosambik Joaquim Chissano 10. juli 2003 6. juli 2004
3  Nigeria Olusegun Obasanjo 6. juli 2004 24. januar 2006
4  Kongo Denis Sassou-Nguesso 24. januar 2006 24. januar 2007
5  Ghana John Kufuor 30. januar 2007 31. januar 2008
6  Tansania Jakaya Kikwete 31. januar 2008 2. februar 2009
7  Libya Muammar al-Gaddafi 2. februar 2009 31. januar 2010
8  Malavi Bingu wa Mutharika 31. januar 2010 31. januar 2011
9  Ekvatorguinea Teodoro Obiang Nguema Mbasogo 31. januar 2011 29. januar 2012
10  Benin Yayi Boni 29. januar 2012
Yayi Boni er sitandi leiðarin í AS
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið