24. oktober
Appearance
Sep - Okt - Nov | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | |
7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 |
14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 |
21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 |
28 | 29 | 30 | 31 | |||
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
24. oktober er dagur 297 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 298 um skotár er). 68 eru dagar eftir av árinum.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1857 - Fótbóltsfelagið Sheffield F.C. verður stovnað sum heimsins fyrsta fótbóltsfelag.
- 1929 - Svarti týsdagur. Børsurin á Wall Street í New York krakkar, tá kursirnir brádliga fella í botn. Upp á fáar vikur mista børsskrásett partabrøv 40% av virðinum. Hetta elvir til miss upp á 26 milliardir dollarar. Yvir 1.500 amerikanskir bankar steðga gjaldingunum.
- 1945 - Millumtjóða felagsskapurin ST (Sameindu Tjóðir) var stovnað, og dagurin kallast tí eisini dagur Sameindu Tjóða ella ST-dagur.
- 1981 - MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum var stovnað.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1732 - Antonie van Leeuwenhoek (d. 1723).
- 1930 - The Big Bopper, amerikanskur tónleikari (d. 1959).
- 1936 - Bill Wyman, enskur tónleikari.
- 1947 - Kevin Kline, amerikanskur sjónleikari.
- 1954 - Malcolm Turnbull, avstralskur politikari.
- 1985 - Wayne Rooney, enskur fótbóltsleikari.
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1601 - Tycho Brahe (f. 1546).
- 1945 - Vidkun Quisling, norskur politikari (f. 1887).
- 1991 - Gene Roddenberry (f. 1921).
- 2005 - Rosa Parks (f. 1913).
- 2015 - Maureen O'Hara, írsk-amerikonsk sjónleikarinna (f. 1920).
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |