MBF
Appearance
MBF er stytting fyri Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Felagið varð stovnað 24. oktober 1981. Endamál felagsins var
- at virka fyri samarbeiði millum tey ymisku áhugafeløg fyri brekað fólk í Føroyum
- at stuðla teimum einstøku feløgunum í teirra dagliga virksemi
- at arbeiða fyri at fyribyrgja brekum orsakað av sjúkum og vanlukkum
- at luttaka í millumtjóða samstarvi.
Stovnandi feløgini vóru
- Deyvafelag Føroya
- Felagið Bjørg
- Felagið Javni
- Føroya Blindafelag
- Sclerosefelagið
- ÍSB (Ítróttarsambandið fyri brekað).
MBF flutti í 1994 í egin hús við Íslandsvegin í Havn. MBF hevur nú (jan. 2010) 24 limafeløg. Hesi umboða ymisk brek og sjúklingabólkar.
MBF er óheft partapolitiskt og átrúnaðarliga. MBF hevur til endamáls at bøta um støðuna og livikorini í samfelagnum hjá teimum, ið bera brek. MBF arbeiðir fyri líkarætti. Grundleggjandi hugtøk eru:
- Handikappolitikkur er samfelagspolitikkur
- Líkarættur: Øll menniskju hava sama virði og rætt at verða við í øllum avgerum teimum viðvíkjandi
- Samanhald: Øll hava tørv á felagsskapi og skulu tí hava møguleika at taka lut í tí, sum fer fram í samfelagnum
- samhaldsfesti:
- Fólkaræði: Øll, eisini fólk við breki, eiga at hava møguleika at gera seg galdandi í samfelagnum.
Formenn/kvinnur
[rætta | rætta wikitekst]- ? -2004 Doris Hansen
- 2004-2012 Leila Solmunde
- 2012- Carita Bjørklund
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum Archived 2006-11-04 at the Wayback Machine