Javni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Felagið[rætta | rætta wikitekst]

Javni er landsfelag fyri fólk við menningartarni og teirra avvarðandi. Endamál felagsins er í einum og øllum at stuðla menningartarnaðum og teirra avvarðandi og fremja áhugamál teirra, so tey kunnu liva á sama støði sum onnur fólk í Føroyum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Felagið Javni var stovnað 14. mai 1971. Endamál felagsins er at virka fyri at bøta um korini hjá fólki við menningartarni á øllum økjum, eitt nú viðvíkjandi bústaðamøguleikum, skúla, barnaansing, korunum hjá eldri og so framvegis. Javni hevur skrivstovu í Havn, á Hoydalsvegi 40, 3. hædd, tlf. 314827. Javni hevur eina fimmmannanevnd og tveir tiltakslimir. Á skrivstovu felagsins er ein dagligur leiðari í fulltíðarstarvi og eitt skrivstovufólk parttíð.

Samstarv[rætta | rætta wikitekst]

Javni samstarvar við onnur líknandi feløg bæði innanlands og uttanlands. Innanlands er Javni eitt av limafeløgnum í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Uttanlands er Javni limur í bæði evropeiska felagnum fyri menningartarnað, Inclusion Europe, og í altjóða felagnum fyri menningartarnað, Inclusion International. Norðurlendsku systurfeløgini hjá Javna hava eisini eitt tætt samstarv, NSR, Norðurlendska samstarvsráðið, og har er Javni virkin limur.

Formenn og -kvinnur[rætta | rætta wikitekst]


Uttanhýsis slóð[rætta | rætta wikitekst]