MBF

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

MBF er stytting fyri Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Felagið varð stovnað 24. oktober 1981. Endamál felagsins var

  • at virka fyri samarbeiði millum tey ymisku áhugafeløg fyri brekað fólk í Føroyum
  • at stuðla teimum einstøku feløgunum í teirra dagliga virksemi
  • at arbeiða fyri at fyribyrgja brekum orsakað av sjúkum og vanlukkum
  • at luttaka í millumtjóða samstarvi.

Stovnandi feløgini vóru

MBF flutti í 1994 í egin hús við Íslandsvegin í Havn. MBF hevur nú (jan. 2010) 24 limafeløg. Hesi umboða ymisk brek og sjúklingabólkar.

MBF er óheft partapolitiskt og átrúnaðarliga. MBF hevur til endamáls at bøta um støðuna og livikorini í samfelagnum hjá teimum, ið bera brek. MBF arbeiðir fyri líkarætti. Grundleggjandi hugtøk eru:

  • Handikappolitikkur er samfelagspolitikkur
  • Líkarættur: Øll menniskju hava sama virði og rætt at verða við í øllum avgerum teimum viðvíkjandi
  • Samanhald: Øll hava tørv á felagsskapi og skulu tí hava møguleika at taka lut í tí, sum fer fram í samfelagnum
  • samhaldsfesti:
  • Fólkaræði: Øll, eisini fólk við breki, eiga at hava møguleika at gera seg galdandi í samfelagnum.

Formenn/kvinnur[rætta | rætta wikitekst]

Leila Solmunde var forkvinna í MBF í 8 ár

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]