Jump to content

HM í svimjing á stuttgeil 2012

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
11. HM í svimjing á stuttgeil
Vertsbýur Istanbul, Turkaland
Dagfestingar 12–16. desember
Svimjihøll(ir) Sinan Erdem Dome
Luttakandi lond 161
Luttakandi ítróttafólk 958
Kappingar 40

11. HM í svimjing á stuttgeil var hildið í Istanbul, Turkaland hin 12–16 desember 2012. USA vann kappingina við 27 heiðursmerkjum, harav 11 gull, 8 silvur og 8 bronsu. Føroyar luttók við 2 svimjarum: Pál Joensen og Birita Debes.[1] Fyri fyrstu ferð í søguni, eydnaðist tað einum føroyingi at vinna eitt heiðursmerki í einari stórari altjóða ítróttargrein. Pál Joensen vann nevniliga silvur í 1500 m frí og skrivaði harvið føroyska ítróttarsøgu. Upprunaliga vann hann eitt bronsuheiðursmerki, men hetta bleiv broytt í juni 2013, tá FINA dopingnevndin tók avgerð í einum máli um danan, Mads Glæsner, sum vísti seg at hava brúkt eitt ólógligt evni.[2] Sambært Mads var hetta ikki við vilja, hann hevði brúkt eitt Vicks næsasprei móti forkølilsi, og visti ikki, at tað var tað amerikanska slagið hann hevði fingið fatur á, og tað er hetta slagið ið innihelt ólógliga evnið Levmetamfetamine.[3] Føroyar kom á heiðursmerkja talvuna á 23. plássi (áðrenn doping dømingina hjá Mads var Føroyar á einum deildum 24. plássi saman við Kekkia og Trinidad/Tobago). Danmark kláraði seg sera væl í hesi kapping og endaði upprunaliga á einum fjórða plássi við 3 gull heiðursmerkjum, harav vann Mads Glæsner eitt gull heiðursmerki í júst somu kapping, sum Pál vann sína bronsu (sum seinni bleiv til silvur) í, men sum nevnt, so mistu danir hetta gull heiðursmerkið umframt eitt bronsuheiðursmerkið, sum Mads hevði vunnið í 400 m frí, og endaðu síðan á 6. plássi.

Heiðursmerkja býtið

[rætta | rætta wikitekst]
Nummar Land Gull Silvur Bronsa Í alt
1USA118827
2Kina35311
3Ungarn34310
4Italia3205
5Russland2349
6Danmark2248
7Týskland2114
Japan2114
9 Litava2103
10Avstralia1539
11Stórabretland1236
12 Suðurafrika1102
13 Spania1023
14Brasil1012
15 Nýsæland1012
Pólland1012
17Hvítarussland1001
Noreg1001
Ukraina1001
20 Jamaika0202
Slovenia0202
22Frakland0112
23 Føroyar0101
24 Kekkia0011
Trinidad og Tobago0011
Tilsamans404040120
  1. Svimjing.com Føroyar millum bestu svimjitjóðir í heiminum
  2. Fina.org PR 47 - FINA Doping Panel Decision: Mr. Mads Glaesner (DEN)
  3. Dr.dk Vicks næsespray skyld i Glæsners dopingdom

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Almenn heimasíða Archived 2020-11-27 at the Wayback Machine
Kappingar úrslit