Mads Glæsner

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Mads Glæsner (føddur 18. oktober 1988) er danskur elitu svimjari. Mads Glæsner svimur fyri Vestegnens Aqua Team (VAT), hann hevur fyrr svomið við Sigma. Glæsner hevur sett fleiri norðurlendsk met. Hann eigur metini á langbana (50 metra bana) í 400m og á stuttbana í 200, 400, 800 og 1500 metrum. Sí Norðurlendsk met í svimjing.

Lívsleiðin í altjóða svimjing[rætta | rætta wikitekst]

OL í Beijing 2008[rætta | rætta wikitekst]

Glæsner luttók fyri fyrstu ferð til Summar OL 2008 (Olympisku Leikirnar) í Beijing í greinunum 400 m frí og 1500 m frí fyri menn.

EM í svimjing á stuttbana 2008[rætta | rætta wikitekst]

Mads Glæsner luttók á evropameistara kappingini 2008 í Rijeka í Kroatiu 11.-14. desember 2008. Besta úrslit hansara til hesa kapping var bronsu merki í 400 m frí við tíðini 3:39.77.

World Cup 2009 í Moskva[rætta | rætta wikitekst]

Mads Glæsner vann silvur í 400m frí á stuttbana hjá monnum til World Cup stevnuna í Moskva í november 2009 við tíðini 4:40.10. Í kappingini 1500 frí á stuttbana hjá monnum vann Glæsner bronsu við tíðini 14:43.44. Ta kappingina vann føroyski Pál Joensen við tíðini 14:32.64. Vitaly Romanovich frá Russlandi vann silvur við tíðini 14:39.51.

World Cup 2009 í Stokkholmi[rætta | rætta wikitekst]

Glæsner vann gull í 400 frí á stuttbana hjá monnum á World Cup stevnuni í Stokkholmi í Svøríki í november 2009. Hann vann við tíðini 3:38.78. Føroyski Pál Joensen gjørdist nummar 5 til hesa kapping við tíðini 3:40.16. Mads Glæsner svam eisini teinin 1500 m frí hjá monnum á stuttbana. Hann vann bronsu við tíðini 14:39.88. Vinnarin av 1500 frí gjørdist Federico Colbertaldo úr Italiu við tíðini 14:28.35 og nummar tvey gjørdist Pál Joensen úr Føroyum við tíðini 14:32.59

World Cup 2009 í Berlin[rætta | rætta wikitekst]

Glæsner vann silvur í 400m frí á stuttbana hjá monnum á World Cup stevnuni í Berlin í november 2009. Mads Glæsner svam við tíðini 3:37.75.

Heimsmeistarakapping á stuttgeil í Dubai 2010[rætta | rætta wikitekst]

Glæsner luttók á heimsmeistarastevnuni í svimjing á stuttgeil, sum var í Dubai í desember 2010. Glæsner vann silvur í 1500 metrum frí við tíðini 14:29.52.[1]

Heimsmeistarakapping á langgeil í Shanghai 2011[rætta | rætta wikitekst]

Mads Glæsner luttók á HM í svimjing 2011 í Shanghai. Hann luttók í 200 m frí, 400 m frí, 800 m frí og 1500 metrum frí. Hann svam seg ikki í finaluna á nøkrum av hesum teinunum. Hann gjørdist nummar 32 í 200 m frí, nummar 12 í 400 m frí við tíðini 3:48.41, nummar 11 í 800 m frí við tíðini 7:54.57. [2] og nummar 13 í 1500 m frí við tíðini 15:12.52.[3] Vinnarin í 1500 m frí gjørdist kinverjin Sun Yang við tíðini 14:34.14, sum var nýtt heimsmet. Føroyski Pál Joensen gjørdist nummar fýra í finaluni við tíðini 14:46.33.[4] Glæsner hevur kvalifisera seg til OL í 400 m frí.[5] Tá HM var í Shanghai kláraði hann akkurát ikki at kvalifisera seg í 1500 m frí til HM, 800 m frí er ikki ein OL disiplin. Glæsner skal sostatt svimja fyri Danmark í 400 m frí til OL 2012 í London og Pál Joensen skal umboða Danmark í 1500 m frí. Glæsner kann tó náa at kvalifisera seg til 1500 m frí eisini. Tað kunnu í mesta lagi 2 svimjarir svimja í teimum einstøku kappingunum fyri hvørt landi.

EM 2011 á stuttbana í Stettin í Póllandi[rætta | rætta wikitekst]

Mads Glæsner luttók á EM á stuttbana í Stettin í Póllandi í døgunum 9. til 11. desember 2011. Hann vann silvur í 400 m frí og í 1500 m frí. Í 400 m frí svam hann við tíðini 3:39.30, meðan vinnarin Paul Biedermann svam við tíðini 3:68.65.[6] Føroyski Pál Joensen gjørdist nummar fýra í hesi kappingini. Glæsner svam við tíðini 14:29.88 í 1500 m frí.[7] Hann svam skjótast av teimum 10, sum svumu í finalu heatinum, men av tí at polakkin Mateusz Sawrymowicz svam skjótari í innleiðandi heatininum um morgunin við tíðini 14:29.81, so gjørdist hann vinnari. Teir sum hava bestu tilmeldingartíðirnar sleppa beinleiðis í finaluna, men hinir sum svimja í spakuligari heatunum kunnu tó vinna, um teir svimja skjótari enn teir sum svimja í finalu heatinum.

2012 OL í London[rætta | rætta wikitekst]

Mads Glæsner luttók á OL í London í 2012. Hann vann onki heiðursmerki.

2012 HM í svimjing á stuttgeil (25 m) í Istanbul[rætta | rætta wikitekst]

Mads Glæsner luttók á HM í svimjing á stuttgeil í Istanbul í Turkalandi í desember 2012. Hann vann upprunaliga gull fyri Danmark í 1500 m frí við tíðini 14:30.01, men í juni 2013 avdúkaðu dopingroyndir, sum vóru gjørdar undir kappingunum í Istanbul, at Mads hevði tikið eitt ólógligt evni, sum nevnist levomethamphetamine, og orsakað av hesum varð avgjørt, at hann skuldu missa øll heiðursmerki, ið hann hevði vunnið á hesi svimjistevnuni. Í somu kapping vann fyrsti føroyingur nakrantíð eitt HM heiðursmerki, tá Pál Joensen gjørdist nummar trý við tíðini 14:36.93 og harvið vann bronsu, eftir at Mads misti sítt gull heiðursmerki, merkir tað samstundis, at bronsuheiðursmerkið hjá Pál verður broytt til eitt silvur heiðursmerki.[8] Glæsner svam eisini 400 m frí og vann upprunaliga bronsu í tí kappingini við tíðini 3:40.09, men orsakað av positivu dopingroyndini misti hann eisini hetta heiðursmerkið.[9]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2014 - Dansk Svømmeunions pris ”SVØMs aktives æresbevis”.[10]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Omegatiming.com við tíðum frá HM 2010 á stuttbana í Dubai.
  2. Omegatiming.com
  3. Omegatiming.com, innleiðandi í 1500 m frí.
  4. Omegatiming.com, finalan í 1500 m frí
  5. Politiken.dk, Glæsner var dybt skuffet over sin OL-billet
  6. Omegatiming.com
  7. Omegatiming.com
  8. Svimjing.com Mads Glæsner missur eisini HM-gullið í 1500 frí
  9. Fina.org PR 47 - FINA Doping Panel Decision: Mr. Mads Glaesner (DEN)
  10. Svoem.dk, Mads Glæsner modtager pris af Dansk Svømmeunion ved Danish Open