Ólavur Jøkladal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ólavur Jøkladal
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. sep 1952 í/á Klaksvík
Starv tónaskald, sangari, náttúruvísindafólk, kórleiðari
Dátuheiti
Commons Ólavur Jøkladal

Ólavur Jøkladal (føddur 20. september 1952 í Klaksvík), er ein føroyskur kórleiðari, tónaskald, tónleikafrøðingur, málfrøðingur og vinnulívsmaður, sum í løtuni starvast sum fulltrúi í Fólkaheilsuráðnum. Hann var skrivstovustjóri í Reiðarafelagnum frá 2006-08, hann tók við eftir Jógvan Norðbúð sála.[1] Í juni 2020 varð hann tilnevndur nevndarlimur í Dansk færøsk kulturfond. Í oktober 2020 varð hann valdur sum formaður fyri Leiklistaráðið, ið virkar sum stýri fyri Tjóðpalli Føroya.[2]

Ólavur Jøkladal hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik og hevur m.a. komponerað fýra tónleikaverk og stjórnað fleiri kórum. Í 1987 útgóvu Havnarkórið og Tórshavnar Kamarkór Blátt og í 1996 útgav Tórshavnar Kamarkór Várlongsil. Jøkladal stjórnaði kórunum og eigur tvey av løgunum á útgávuni Várlongsil.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Útbúgvingar og størv[rætta | rætta wikitekst]

Ólavur Jøkladal er útbúgvin merkonom frá Føroya Handilsskúla í 1974. Í 1980 byrjaði hann at lesa tónleikavísindi á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn (Københavns Universitet). Hann fekk prógv sum cand. phil í 1988 og cand. mag. í 1992 á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og Fróðskaparsetri Føroya í tónleikavísindum og norurlendskum máli.

Hann hevur starvast innan ymisk øki. Frá apríl 2006 til juli 2008 var hann skrivstovustjóri í Føroya Reiðarafelag.[3]

Ólavur er giftur Ásu av Reyni Jøkladal[deyð leinkja], ið er dóttur kenda listarmannin ingálv av Reyni, tey eiga trý børn.

Yrkisleið innan tónleik[rætta | rætta wikitekst]

Síðan 1995 hevur hann verið kórleiðari hjá kamarkórinum Aurora Borealis,[4] sum varð sett á stovn sama ár. Hann var leiðari hjá Ebenezerkórinum frá 1984 til 2000.

Ólavur Jøkladal stovnaði Tórshavnar Kamarkór í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Kórið var byrjað í 1984 undir navninum Kamarkór Tórshavnar Musikkskúla, hetta var broytt til Tórshavnar Kamarkór árið eftir. Síðan 2014 hevur hann verið organistur í Føroysku Fólkakirkjuni, í løtuni organistur í Hoyvíkar kirkju.

Hýsisá - tónamynd um Mikkjal á Ryggi[rætta | rætta wikitekst]

Í 2010 og 2011 varð ein leikur framførdur um Mikkjal á Ryggi í húsunum í Beitinum. Leikurin var 45 minuttir við einmansleikaranum Hans Tórgarð. Ólavur Jøkladal skrivaði tónleikin til leikin hjá Mikkjal á Ryggi. Hann komponeraði overturuna, sum er forspælið til leikin, ið er bert fyri ljóðføri. Harumframt hevði Ólavur gjørt millumspøl og løg til yrkingar eftir Mikkjal á Ryggi, eitt nú: "Steinstólpan" og "Vatnið vinnur harðar hellur". Hans Tórgarð hevði leiklutin sum Mikkjal, og 14 tónleikarar og sangarar undir leiðslu av Ólavi Jøkladal framførdu tónleikin í samspæli við leikaran.[5]

Verk[rætta | rætta wikitekst]

  • 1985 Sálmur 42
  • 1995 Innibyrgdur
  • 2010 Overtura - Hýsisá - Einmansleikur framførdur til minnis um skaldið Mikkjal á Ryggi, leiktur av Hans Tórgarð, tónleikur til yrkingar eftir Mikkjal á Ryggi, Ólavur Jøkladal komponeraði tónleikin.
  • 2011 Kvintett “Corvus”

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Framførslur[rætta | rætta wikitekst]

Álitisstørv[rætta | rætta wikitekst]

  • Útbúgvinarráðið: 2007 – Nevndarumboð Reiðarafelagsins í Maritima Útbúgvingarráðnum.[10]
  • Arbeiðsmarknaðarráðið: 2006 – 2007 Nevndarumboð Reiðarafelagsins í Arbeiðsmarknaðarráðnum.
  • Samstarvsráðið: 2006 – 2007 Nevndarumboð Reiðarafelagsins í Samstarvsráðnum fyri trygd á sjónum.
  • Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn: 2007 – Nevndarumboð fyri Føroya Reiðarafelag
  • Dansk færøsk kulturfond: nevndarlimur í Dansk færøsk kulturfond frá juni 2020 og seks ár fram.
  • Leiklistaráðið: Formaður í Leiklistaráðnum frá oktober 2020 og trý ár fram.

Norðurlendskt samstarv[rætta | rætta wikitekst]

  • 1985-2001 stjórnarlimur í NMPU (Nordisk Musikkpedagogisk Union) og 5 ár sum formaður fyri NMPU-Føroyar.
  • 1993-1994 Fyrilisið á Kénnaraháskóla Íslands um føroyskt og íslendskt mál. Greitt frá føroyskum viðurskiftum á "Mitt høgskolan" í Østersund, Ørnskjoldsvik og Sundsval í Svøríki.
  • 1994-1999 Ólavur Jøkladal hevur verið í norðurlendskum samstarvi innan bókmentir. Samstarvandi londini vóru Noregi, Ísland, Grønland, Estland og Føroyar. Samstarvið var skipað undir Nordisk Ministerråd. Jøkladal umboðaði Føroyar á ráðstevnum í Hamar, Nuuk og í Tallin.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2023 - Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs fyri hansara slóðbrótandi virksemi innan tónleik.[11]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]