Jump to content

Fólkaheilsuráðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fólkaheilsuráðið er eitt ráð í Føroyum, sum hevur til endamál, at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. At stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum og at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd. Ráðið hevur skrivstovu á J.C. Svabosgøta 43 í Havn.[1]

Ráðslimir

[rætta | rætta wikitekst]

Í Fólkaheilsuráð sita 7 limir, tilnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið og fýra limir eru heilsustarvsfólk. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum. Limirnir eru valdir sambært §2 í lóg um Fólkaheilsuráð. Valskeiðið 2008 til 2011 vóru ráðslimirnir hesi:

  • Jens Jensen, Løgreglumaður, Kriminaldeildin, Politiið í Føroyum
  1. Folkaheilsa.fo[deyð leinkja]
  2. Folkaheilsa.fo[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]