Sean Connery

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sir Sean Connery
Connery í 2008
Føddur 25. august 1930
Fountainbridge, Edinburgh Skotland
Doyði 31. oktober 2020
Nassau, Bahamaoyggjar
Yrki sjónleikari, instruktør og filmprodjúsari
Hjúnafelagi Diane Cilento (1962–1973)
Micheline Roquebrune (1975–nú)
Børn Jason Connery

Sir Thomas Sean Connery (føddur 25. august 1930 í Edinburgh í Skotlandi, deyður 31. oktober 2020 í Nassau á Bahamaoyggjum[1][2]) var ein skotskur sjónleikari, instruktør, og filmprodjúsari. Hann hevur vunnið eina Oscar-virðisløn, tveir BAFTA Awards (harav annar er ein BAFTA Academy Fellowship Award) og tríggjar Golden Globes (harímillum Cecil B. DeMille Award og ein Henrietta Award).

Sean Connery gjørdist víðagitin sum tann bretski agenturin James Bond. Eftir at hava verið við í fimm Bond filmum í tíðarskeiðnum 1962-67 ynskti Connery at koma vekk frá Bond-leiklutinum. Hann játtaði tó at átaka sær leiklutin aftur í Diamonds Are Forever í 1971, og í Never Say Never Again í 1983. Í 1988 vann hann ein Oscar (Academy Award for Best Supporting Actor) fyri leiklutin sum Chicago-poltisturin Jimmy Malone í filminum The Untouchables. Hansara filsmkarriera umfatar eisini slíkar filmar sum Marnie, The Name of the Rose, The League of Extraordinary Gentlemen, Indiana Jones and the Last Crusade, The Hunt for Red October, Highlander, Murder on the Orient Express, Dragonheart, og The Rock. Hann bleiv sligin til riddara í juli 2000. Connery er blivin kosin til "The Greatest Living Scot" og "Scotland's Greatest Living National Treasure". Í 1989 var hann útnevndur "Sexiest Man Alive" av People magazine og í 1999, sum 69 ára gamal, bleiv hann kosin til "Sexiest Man of the Century".

Yngru árini[rætta | rætta wikitekst]

Thomas Sean Connery bleiv uppkallaður Thomas eftir abba sínum. Foreldrini vóru Euphemia McBain “Effie” (f. McLean), ein vaskikona, og Joseph Connery, ein fabrikksarbeiðari og lastbilsjafførur. Abbin í faðirætt var sonur írskar innflytarar, ið fluttu til Skotlands um miðju 19. øld. Restin av familjuni var av skotskum uppruna, og foreldrini hjá bæði mammuni og pápanum, ið komu frá Fife og Uig á Isle of Skye, tosaðu skotskt gæliskt sum móðurmál. Pápin var miðalstættar katolikkur, og mamman var protestantur. Hann hevur ein yngri beiggja, Neil Connery (f. 1938). Connery sigur sjálvur, at hann bleiv kallaður millumnavnið ’Sean’ langt áðrenn hann gjørdist sjónleikari, hóast hann eisini var róptur ’Tommy’ á yngri døgum. Fyrsta arbeiðið hann fekk, var sum mjólkarmaður í Edinburgh. Hann fór síðan í ”the Royal Navy”, har hann fekk sær tvær Tatoveringar, ið sambært almennu heimasíðuni, ”eru ikki týdningarleysar – tær sýna tvey av hansara lívslongu bondum; familjuna og Skotland… onnur sigur ”Mum and Dad” og hin ”Scotland Forever”.

Karriera[rætta | rætta wikitekst]

Í 1951 arbeiddi Connery backstage í the King’s Theatre, har fekk hann áhuga fyri filmi og spírin til eina langa karrieru varð kveiktur.

Fyrsti filmur, ið Connery spældi við í, var filmurin No Road Back, har hann hevði leiklutin sum gangstari. Síðan hevði hann fleiri smærri og størri leiklutir í filmum fram til 1962, tá hann fekk leiklutin sum James Bond.

Hann hevði eisini ein leiðandi leiklut í sjónvarpsleikinum Anna Karenina í sjónvarpsrásini hjá BBC Television í 1961, har hann spældi saman við Claire Bloom. Leikluturin sum James Bond var gjøgnumbrotið hjá Connery, hann hevði høvuðsleiklutin í fimm teim fyrstu filmunum: Dr. No (1962), From Russia with Love (1963), Goldfinger (1964), Thunderball (1965), og You Only Live Twice (1967) – síðan spældi hann aftur Bond í Diamonds Are Forever (1971) og Never Say Never Again (1983). Allir sjey filmarnir vóru successfullir. Í 2005 var From Russia with Love gjørt til eitt videospæl av Electronic Arts, við heitinum James Bond 007: From Russia with Love, har Connery og hini frá Bond filmunum løgdu rødd til. Meðan hann spældi leiklutin í James Bond filmunum, spældi Connery eisini høvuðsleiklutin í øðrum filmum, so sum Alfred Hitchcock'sa Marnie (1964), Murder on the Orient Express (1974) saman við Vanessa Redgrave og John Gielgud og A Bridge Too Far (1977) saman við Dirk Bogarde og Laurence Olivier. Í 1980’unum spældi Connery í t.d. Time Bandits (1981), Never Say Never Again (1983), The Name of the Rose (1986), sum hann vann ein BAFTA fyri, Highlander (1986), The Untouchables (1987), sum hann fekk ein Academy Award for Best Supporting Actor fyri. Eftir hetta kom successfulli Indiana Jones and the Last Crusade (1989), The Hunt for Red October (1990), The Russia House (1990), The Rock (1996), og Entrapment (1999). Í 1996 legði hann rødd til ‘Draco the dragon’ í filminum Dragonheart. Í 1998 fekk Sean Connery ein BAFTA Academy Fellowship Award. Seinnu árini hevur Connery verið við í fleiri minni hepnaðum filmum, so sum First Knight (1995), The Avengers (1998), og The League of Extraordinary Gentlemen (2003), men eisini í nøkrum væleydnaðaum leiklutum í t.d. Finding Forrester (2000). Seinni hevur hann eisini fingið ein Crystal Globe fyri framúrskarandi listarligt íkast til heimsfilmslistina (world cinema).

Givin sum sjónleikari[rætta | rætta wikitekst]

Connery hevur við fleiri høvi váttað, at hann hevur endaliga lagt frá sær. Í eini samrøðu segði hann seg verða bjóðaðan ein leiklut í The Lord of the Rings sum hann ikki tók av, tí hann ”skilti ikki manuskriptið”. At hesir filmar gjørdust so væleydnaðir, skal vera ein orsøk til at hann tók av tilboðnum um høvuðsleiklutin í League of Extraordinary Gentlemen, hóast hann ”heldur ikki skilti hetta manuskriptið”. Í juli 2005 kom fram, at hann nú hevði endaliga lagt filmsleikin frá sær, tí hann trúði ikki longur uppá teir ”idiotarnar ið nú gera film í Hollywood”, ið sipaði til prodjúsarnar av áðurnevnda filmi í 2003. Bæði í September 2004 og í mars 2006 váttaði Connery, at hann hevði lagt frá sær, og kunngjørdi at hann var í ferð við at skriva eina søgubók. 25. august 2008, á 78 ára føðingardegnum, avdúkaði Connery sína lívsævisøgu (autobiography) ið nevnist Being a Scot, ið hann hevði skrivað saman við Murray Grigor. Hann hevði ætlanir um at taka við høvuðsleiklutinum í einum filmi um Saladin og krossferðirnar ið skuldi takast upp í Jordan áðrenn prodjúsarin Moustapha Akkad varð dripin í bumbuálopinum í Amman í 2005. Tá Connery fekk prísin American Film Institute's Lifetime Achievement Award frá American Film Institute hin 8. juni 2006, váttaði hann aftur, at hann hevði lagt frá sær, og 7. juni 2007 avnoktaði hann gramlið um, at hann skuldi vera við í tí fjórða Indiana Jones filminum, við orðunum "retirement is just too much damned fun". Connery vendi aftur til at leggja rødd til filmar, tá hann legði rødd til høvuðskarakterin í animeraða stuttfilminum Sir Billi the Vet, og í 2005 upptók hann ‘voiceovers’ til eina nýggja videospælversjón av Bond filminum From Russia with Love. Connery dámdi væl, at prodjúsarnar av (EA Games) høvdu biðið hann leggja rødd til Bond og vónaði at sleppa at leggja rødd til okkurt annað í framtíðini. Í 2010 endurtók hann leiklutin sum høvuðskarakterurin í animeraða filminum Sir Billi, har hann eisini luttók sum varaprodjúsari.
Í apríl 2011 váttaði talsmaðurin hjá Sean Connery at Connery var farin á partna (hevði trekt seg tilbakar frá almenninginum)

Privatlív[rætta | rætta wikitekst]

Hann bleiv giftur við sjónleikarinnuni Diane Cilento 6. desember 1962, men tey blivu skild 6. september 1973; tey fingu sonin Jason Connery, sum eisini gjørdist sjónleikari. Sean Connery giftist Micheline Roquebrune í 1975.

Connery, ein íðin golfspælari, átti Domaine de Terre Blanche golfvøllin í Suður Fraklandi í tjúgu ár, frá 1979, har hann hevði ætlanir um at sín dreyma golfvøll á tí 108 hektar (266 acres) stóra økinum, men hesin dreymur var ikki vorðin veruleiki, tá hann seldi økið til týska milliarderin Dietmar Hopp í 1999. Connery hevur eisini altíð havt áhuga fyri fótbólti, og hann stuðlaði Celtic í 1960’unum, men fór at stuðla teirra erkafíggindum Rangers í 1990’unum. Spurdur um hví hann skifti lið svaraði Connery: “Eg havi altíð stuðlað tí liðnum, eg haldi spælir besta fótbóltin… nærum ‘religiøs tilhoyrsforhold’ í fótbólti, hava ongantíð sagt mær nakað”. Connery hevur fingið Shodan-tign (1’sta dan) í Kyokushin karate. Connery varð sligin til riddara í juli ár 2000. Hann var innstillaður til riddaraheitið bæði í 1997 og 1998, men tá legði Donald Dewar veto ímóti hesum, vegna Connery’sa politisku holdningar. Sean Connery hevur eina villa í Kranidi í Grikkalandi. Nábúgvin hjá honum er hollendski krúnprinsurin, sum Connery eisini deilir ein tyrlupall við.

SNP[rætta | rætta wikitekst]

Connery er limur í Skotska Tjóðskaparflokkinum SNP (Scottish National Party), ein mið-vinstrahallur flokkur, ið arbeiður fyri loysing og skotskum fullveldi frá Stóra Bretlandi., og hevur hann stuðlað flokkinum við peningi og við at vera til staðar við alemenn tiltøk hjá flokkinum. Hansara peningaliga íkast steðgaði í 2001, tá bretska parlamentið samtykti eina lóg ið forðar fyri útlendskum stuðli til poliskan aktivitet í Stóra Bretlandi. Í 2008 segði Connery við Scottish Sunday Express at hann trúði uppá at Skotland vildi fáa fullveldi í sínari livitíð og rósti arbeiðnum hjá SNP. Connery er blivin kriteseraður fyri at kommentera politikkin í Stóra Bretlandi, meðan hann sjálvur býr í skattaskjólinum Bahamas, hóast hann við dokumentum hevur prógvað, at hann betalti 3,7 milliónir bretsk pund í skatti til Stóra Bretland í tíðarskeiðnum 1997/98 og 2002/03. Connery hevur svorið ongantíð at venda aftur til Skotland uttan so at landið fær fullveldi, men hann kom tó til Edinburgh Film Festivalin í 2010.

Heilsa[rætta | rætta wikitekst]

Í 1993 frættist at Connery fekk stráluviðgerð fyri ókenda sjúku í svølginum og elvdi hetta til gitingar í fjølmiðlunum um at hann hevði fingið krabba í hálsinum sum fylgju av áralangari royking, og japanskar og Suðurafrikanskar tíðindastovur søgdu hann vera deyðan. Connery steig tí fram í sjónvarpssendingini Late Show við David Letterman fyri at avnokta hesar følsku gitingar. Í eini samrøðu við Entertainment Weekly í februar 1995 segði hann, at stráluviðgerðina fekk hann fyri at fjerna klumpar frá stemmubondunum. (Faðir hansara, ein stórroykjari, doyði av hálskrabba í 1972.) Í 2003 varð hann lagdur undir skurð fyri at fjerna gráan stara (gråstær) úr báðum eygum. 12 mars 2006 kunngjørdi hann, at hann var við at koma fyri seg aftur, eftir skurð í januar har hann fekk fjernaðan ein svull á nýranum. Í 2008 breyt hann eitt bein í økslini tá hann datt á golfvøllinum. Í oktober 2009 fortaldi hann fyri Wine Spectator tíðarritinum, at hann hevði fingið staðfest eina hjartasjúku.

Viðurkenning[rætta | rætta wikitekst]

  • Connery er kosin "The Greatest Living Scot"
  • Ein bronsustandmynd av Connery er avdúkað í høvuðsstaðnum í Estlandi
  • Connery fekk saman við Charles Bronson prísin Henrietta Award fyri tittulin: "World Film Favorite – Male" í 1972.

Útvald Filmografi[rætta | rætta wikitekst]

1964
1988

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið