Alfred Hitchcock

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Alfred Hitchcock, 1956

Alfred Joseph Hitchcock (føddur 13. august 1899, deyður 29. apríl 1980) var ein enskur filmsleikstjóri. Hann varð føddur í Leytonstone í London, og doyði í Los Angeles í USA. Tveir av kendastu filmum hansara eru Psycho og The Birds.

Alfred Hitchcock gjørdist kendur kring heimin fyri sjónvarpsrøðirnar Alfred Hitchcock Presents og The Alfred Hitchcock Hour. Áðrenn og eftir hvønn part viðmerkti hann partin á ein skemtingarsaman og ofta eitt sindur groteskan hátt.

Hann fekk íblástur frá týskari ekspressionismu og fór í gongd við at leikstjórna filmar í heimlandinum Stórabretlandi, áðrenn hann byrjaði at arbeiða í Hollywood í 1939. Hitchcock leikstjórnaði meira enn 50 filmar árini 1922 til 1976 og í 35 av teimum sást hann í einum lítlum broti sum ein persónur í mongdini.[1] Hann er kanska ein av teimum kendastu og best umtóktu filmsleikstjórunum nakrantíð. Hugskot hansara og ríkidømi at finna uppá hevur havt ávirkan á nógvar filmsskaparar, framleiðarar og sjónleikarar.

Frá forfilminum til North by Northwest

Filmarnir[rætta | rætta wikitekst]

Upprunaheiti Danskt heiti Norskt heiti Ár Viðmerkingar
The Short Night - - 1979 Ikki liðugtgjørdur
Family Plot Den enes død... Arven 1976 Síðsti lidni filmur hansara
Frenzy Vildt raseri Frenzy 1972 Fyrsti filmur hansara, ið varð gjørdur í Stórabretlandi síðan 1939
Topaz Topaz Topaz 1969
Torn Curtain Bag jerntæppet Full alarm 1966
Marnie Marnie Marnie 1964
The Birds Fuglene Fuglene 1963
Psycho Psycho Psycho 1960
North by Northwest Menneskejagt Med hjertet i halsen 1959
Vertigo En kvinde skygges Vertigo 1958
The Wrong Man Den forkerte mand Feil mann 1956
The Man Who Knew Too Much Manden der vidste for meget Mannen som visste for meget 1956 Nýinnspæling av filmi hansara frá 1934 við sama heiti
The Trouble With Harry Hvem myrdede Harry? Men... Hvem drepte Harry? 1955
To Catch a Thief Fang tyven Tyv fanger tyv 1955
Rear Window Skjulte øjne Vindu mot bakgården 1954
Dial M for Murder Telefonen ringer kl. 23 Ring politiet 1954 Einasti Hitchcock-filmur í 3-D
I Confess Jeg tilstår Skriftemålet 1953
Strangers on a Train Farligt møde Farlig reisefølge 1951
Stage Fright Lampefeber Det store alibi 1950
Under Capricorn Lady Henrietta, Farlige følelser ?? 1949
Rope Rebet Repet 1948
The Paradine Case Sandheden om mrs. Paradine ?? 1947
Notorious Berygtet Notorious 1946
Spellbound Troldbunden Trollbundet 1945 Inniheldur ein dreymasekvens gjørt av Salvador Dalí
Bon Voyage 1944 Stuttfilmur
Aventure Malgache 1944 Stuttfilmur
Lifeboat Redningsbåden Livbåt 1944
Shadow of a Doubt I tvivlens skygge I tvilens skygge 1943
Saboteur Mennesker bag din ryg Sabotør 1942
Suspicion Mistanken Mistanke 1941
Mr. & Mrs. Smith Lige børn leger bedst 1941
Foreign Correspondent Udenrigskorrespondenten Kriminalreporter Jones 1940 Annar filmurin, ið Hitchcock gjørdi í USA
Rebecca Rebecca Rebecca 1940 Fyrsti filmur, ið Hitchcock gjørdi í USA
Jamaica Inn Jamaica-kroen 1939
The Lady Vanishes En kvinde forsvinder En kvinne forsvinner 1938
Young and Innocent Ung og uskyldig ?? 1938
Sabotage Sabotage 1936
Secret Agent Hemmelig agent 1936
The 39 Steps De 39 trin Mannen som visste alt 1935
The Man Who Knew Too Much Manden der vidste for meget Mannen som visste for meget 1934 Nýinnspældur í 1956
Waltzes from Vienna 1934
Number Seventeen 1932
Rich and Strange Rig og mærkværdig 1931
Mary 1931
The Skin Game 1931
Elstree Calling 1930
Murder! 1930
Juno and the Paycock 1930
Blackmail Pengeafpresning ?? 1929 Fyrsti ljóðfilmurin bæði hjá Hitchcock og Stórabretlandi. Eisini innspældur sum stumfilmur
The Manxman 1929
Champagne (filmur) 1928
Easy Virtue 1928
The Farmer's Wife 1928
Downhill 1927
The Ring Ringen ?? 1927
The Lodger London-mysteriet Hvem? 1927
The Mountain Eagle 1926 Burturblivin
The Pleasure Garden 1925
Always Tell Your Wife 1923 Stuttfilmur
Number 13 1922 Ikki liðugtgjørdur

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Videouniversity.com - "Alfred Hitchcock's Cameo Appearances" Archived 2008-12-02 at the Wayback Machine Heintað 18. desember 2008