Loretta Lynn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Loretta Lynn.
Loretta Lynn í 2005.

Loretta Lynn (14. apríl 1934) er ein amerikanskur country-sangari, sangskrivari og rithøvundur úr Butcher Hollow, Kentucky, USA. Hon er dóttir Melvin "Ted" Webb (1906–1959) og Clara Marie (Ramey) Webb (1912–1981). Mamma hennara var av skotskum/írskum og cherokesiskum uppruna. Pápin arbeiddi í kolanámi. Loretta bleiv gift longu sum 14-ára gomul við Oliver Vanetta Lynn, Jr. (1926–1996), vanliga nevndu "Doo". Bert 17 ára gomul átti hon sítt fjórða barn.[1] Tá Loretta fylti 21 ár, gav maðurin henni ein Harmony guitar, sum kostaði $17.00 í føðingardagsgávu. Hon lærdi seg sjálva at spæla guitar, og tá hon var 24 ára gomul eggjaði maður hennara henni til at gera nakað meira við tónleikin og gerast sangari. Hon byrjaði so at syngja á Delta Grange Hall í Washington State saman við orkestrinum hjá the Pen Brothers og hjá The Westerners, og tá ein tíð var fráliðin innspældi hon sína fyrstu plátu í februar 1960. Hon gjørdist partur av country-tónleikapallinum í Nashville í 1960-árunum, og í 1967 kom hennara fyrsta av 16 løgum sum nummar eitt á hittlistum. Hon skrivaði ein best-seljara ævisøgu, sum bleiv filmatiserað til Academy Award (Oscar) vinnandi filmin, Coal Miner's Daughter, við Sissy Spacek og Tommy Lee Jones í 1980.

Hon stuðlaði George W. Bush (R) í 2000 [2].

Utgávur[rætta | rætta wikitekst]

Ár Fløgu[3] U.S. Country U.S. 200
1963 Loretta Lynn Sings 2
1964 Before I'm Over You 11
1965 Songs From My Heart 8
1965 Mr. And Mrs. Used To Be (duet fløgu við Ernest Tubb) 13
1965 Blue Kentucky Girl 14
1965 Hymns 10
1966 I Like 'Em Country 2
1966 You Ain't Woman Enough 1 140
1966 Country Christmas 103
1967 Don't Come Home A-Drinkin' (við Lovin' On Your Mind) 1 80
1967 Singin' Again (duet fløgu við Ernest Tubb) 2
1967 Singin' With Feelin' 3
1968 Who Says God Is Dead 44
1968 Fist City 1
1968 Greatest Hits 6
1969 Your Squaw Is On The Warpath 2 168
1969 Woman Of The World/To Make A Man 2 148
1969 If We Put Our Heads Together (duet fløgu við Ernest Tubb) 19
1970 Wings Upon Your Horns 5 146
1970 Loretta Lynn Writes 'Em And Sings 'Em 8
1970 Coal Miner's Daughter 4 81
1970 We Only Make Believe (duet fløgu við Conway Twitty) 3 78
1970 I Wanna Be Free 5 110
1971 You're Lookin' At Country 7
1972 Lead Me On (duet fløgu við Conway Twitty) 2 106
1972 One's On The Way 3 109
1972 God Bless America Again 7
1972 Here I Am Again 4
1973 Entertainer Of The Year 1
1973 Story (duet fløgu við Ernest Tubb) 43
1973 Louisiana Woman, Mississippi Man (duet fløgu við Conway Twitty) 1 153
1973 Love Is The Foundation 1 183
1974 Greatest Hits Volume 2 5
1974 Country Partners (duet fløgu við Conway Twitty) 1
1974 They Don't Make 'Em Like My Daddy 6
1975 Back To The Country 2 182
1975 Feelin's (duet fløgu við Conway Twitty) 1
1975 Home 7
1976 When The Tingle Becomes A Chill 6
1976 United Talent (duet fløgu við Conway Twitty) 1
1976 Somebody Somewhere 1
1977 I Remember Patsy 2
1977 Dynamic Duo (duet fløgu við Conway Twitty) 3
1978 Out Of My Head And Back In My Bed 16
1978 Honky Tonk Heroes (duet fløgu við Conway Twitty) 8
1979 We've Come A Long Way Baby 19
1979 The Very Best Of Conway Twitty And Loretta Lynn (við Conway Twitty) 19
1979 Diamond Duet (duet fløgu við Conway Twitty) 22
1980 Loretta 24
1980 Lookin' Good 17
1981 Two's A Party (duet fløgu við Conway Twitty) 28
1981 I Lie 33
1982 Making Love From Memory
1983 Lyin', Cheatin', Woman Chasin' 60
1985 Just A Woman 63
1988 Who Was That Stranger 63
1988 Making Believe (duet fløgu við Conway Twitty) 62
1993 Honky Tonk Angels (við Dolly Parton og Tammy Wynette) 6 42
2000 Still Country 37
2004 Van Lear Rose 2 24

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Countrystarscentral.com, Loretta Lynn Interview
  2. http://www.imdb.com/name/nm0528750/bio
  3. http://en.wikipedia.org/wiki/Loretta_Lynn_discography

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]