Gittari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein klassiskur akkustiskur gittari

Ein gittari ella guitari er eitt streingjaljóðføri ella instrument ið oftast hevur 6 streingir. Nylon streingir á klassiskum gittarum og stál ella nikkel streingir á akkustiskum (stundum nevndir country-) gittarum og el-gittarum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Søgan hjá gittaranum røkkur aftur til í minsta lagi ár 2.000 f.kr. Tað finnast figurar frá hesi tíðini í Egyptalandi sum ímynda kvinnur ið spæla á gittaralíknandi ljóðføri.

Orðið "guitar" kemur møguliga úr Spania ella frá persiska orðinum "Gui-Tar" ið betýðir "Hálvcirkul og streingir." Tað kann eisini stava frá tí (differentieraða) arábiska orðinum "Qitara" ið var navnið á einum ljóðføri, ið kom til Spania í 10'du øld.

Fyrstu ferð ið gittarin verður nevndur á skrivt er í 1500 talinum.

El-gittarin varð uppfunnin av Adolf Rickenbacker í samstarvi við George Beauchamp og Paul Berth í 1931. Humbucker-pick-uppið varð uppfunnið av Seth Lover frá Gibson.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið