Betty Ford

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Betty Ford í 1974.

Elizabeth Ann Bloomer Warren Ford (fødd 8. apríl 1918 í Illinois – deyð 8. juli 2011 í Kalifornia) var gift við Gerald Ford, ið var forseti í USA frá 1974 til 1977. Gerald Ford tók við eftir Richard Nixon, ið var noyddur at fara úr Hvítu Húsunum eftir Watergate-gøluna [1]. Betty Ford giftist við Gerald Ford í 1948, bert tvær vikur áðrenn hann varð valdur í Kongressina fyrstu ferð. Maður hennara doyði í 2006.

Betty Ford var ikki bara kend sum fyrrverandi forsetafrúa, men eisini fyri arbeiði sítt ímóti rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu. Betty Ford hevði í nógv ár trupulleikar við bæði heilivági og rúsdrekka, men tað eydnaðist henni at fáa tamarhald á misnýtsluni. Í 1982 stovnaði hon ta kendu avvenjingarstøðina í Rancho Mirage í Suðurkalifornia [2]. Hon var eisini virkin í arbeiðinum ímóti bróstkrabba.

Tað var Nancy Reagan, einkjan eftir fyrrverandi forsetan Ronald Reagan, sum almannakunngjørdi, at Betty Ford var deyð. "Eg gjørdist sera hugtung, tá eg frætti, at Betty Ford er deyð", skrivaði Nancy Reagan í einum tíðindaskrivi.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://abcnews.go.com/Politics/betty-ford-lady-dies-93/story?id=14032930
  2. http://www.foxnews.com/us/2011/07/09/betty-ford-helped-pave-road-to-recovery-for-stars/