22. januar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
<< Januar 2024 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31
MMXXIV

22. januar er dagur 22 í árinum í gregorianska kalendaranum. 343 dagar eru eftir av árinum (344 dagar um skotár er).

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1840 - Bretskir kolonistar búsetast fyri fyrstu ferð í New Zealandi fyri at tryggja ognarsambandið til bretska ríkið.
  • 1924 - Løgtingsval í Føroyum. Seinasta valið, tá bara tveir flokkar, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, stilla upp.
  • 1924 - Ramsay MacDonald verður fyrsti Labour forsætisráðharri í Stóra Bretlandi.
  • 1972 - Jens Otto Krag, forsætisráðharri, skrivar í Brússel í Belgia undir sáttmálan um, at Danmark skal gerast limur í EF. Danski limaskapurin skal tó fyrst góðkennast á fólkaatkvøðu seinni hetta árið.
  • 1976 - Søgunnar størsta bankarán verður framt í Beirut í Libanon, tá geriljahermenn ræna um 50 milliónir US dollarar úr einum banka.
  • 1980 - Russiski kjarnorkufysikarin og Nobel friðarheiðurslønarvinnarin, Andrej Sakharov, verður tvingsilsfluttur til afturlætna býin Gorkij. Burturvísingin verður av sovjetiskum myndugleikum grundað á »niðurbrótadi virksemi ímóti sovjetiska statinum«.
  • 1981 - Heimsins dýrasta bræv verður selt á Cristie's uppboðssøluni í New York í USA fyri 748.000 dollarar. Tað er Abraham Lincoln, forseti í USA, sum hevur skrivað brævið í 1863, har hann góðtekur kritikkin av sjálvstýrisyvirlýsingini.
  • 1983 - Björn Borg kunnger, at hann steðgar yrkisleiðini innan tennis sum bert 27 ára gamal. Hann hevur í yrkisleið síni millum annað vunnið fimm Wimbledon-sigrar á rað.


Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið