5. januar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
<< Januar 2024 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31
MMXXIV

5. januar er dagur 5 í árinum í gregorianska kalendaranum. 360 dagar eru eftir av árinum (361 dagar um skotár er).

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1878 - Dimmalætting byrjar regluliga útgávu
  • 1981 - Pauli Ellefsen verður valdur sum løgmaður og samstundis fer Atli P. Dam úr løgmansstarvinum.
  • 2015 - Ein 34 ára gamal føroyskur maður ringdi til politiið í Keypmannahavn og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína, og at hann var bangin fyri, at hann hevði dripið hana. Dagin eftir, tá ið hann var til grundlógarforhoyr, noktaði hann seg tó sekan í drápi. Dómarin varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur. Í meðan skuldi málið kannast nærri.
  • 2015 - Jóhan á Plógv Hansen spældi sín fyrsta landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti Svøríki og var spældur í Malmö. Danmark vann dystin 28-23.


Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið