Jump to content

Brúkari:EileenSanda

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hesin brúkari er ein umboðsstjóri á Føroysku Wikipedia. (vátta)
Hesin brúkarin hevur føroyskt sum móðurmál.
da-4
Denne bruger taler dansk som en indfødt.
en-3
This user is able to contribute with an advanced level of English.
el-3
Αυτός ο χρήστης μπορεί να συνεισφέρει σε ανωτέρου επιπέδου ελληνικά.
sv-2
Denna användare har kunskaper på mellannivå i svenska.
no-2
Denne brukeren har god kjennskap til norsk.
de-1
Dieser Benutzer hat grundlegende Deutschkenntnisse.
ís-1
Þessi notandi hefur grundvallar-kunnáttu á íslensku máli.
Brúkarakassar

Eg eiti Eileen Sandá, eg búgvi í Vági, Suðuroy. Á Wikipedia skrivi og rætti/betri eg greinar, mest um føroyingar, sum eru kendir fyri eitthvørt, t.d.: tónleikarar, ítróttarfólk, rithøvundar, listafólk, politikarar og onnur. Eg skrivi eisini um geografi, mentan (ítrótt, tónleik og annað) og um onnur føroysk viðurskifti. Eg skrivi eisini á ensku og á donsku Wikipedia. Eg havi verið skrásettur brúkari á Wikipediu síðan 5. november 2009, síðan 16. oktober 2011 havi eg eisini verið umboðsstjóri á føroysku Wikipediu.

Nakrar slóðir og annað til meg sjálva at minnast til

[rætta | rætta wikitekst]

Leinkja til føroysku orðabøkur Sprotans, ið eru ókeypis fyri øll síðan 16. januar 2015, eftir at Mentamálaráði, Kommunufelagið og Sprotin gjørdu trý-ára avtalu um at øll fólk úr øllum heiminum kunnu nýta orðabøkurnar ókeypis, Mentamálaráðið og kommunurnar í Føroyum rinda kostnaðin.

  • Koordinatar (krosstøl) skulu (helst) setast inn á síður um jarðfrøðilig støð. Sekundini nýtast ikki at vera við, hygg eftir, hvussu koordinatarnir eru á ensku Wikipediu og nýt teir somu her.
    • Dømi (Vágur): {{coord|61|28|31|N|6|48|26|W|type:landmark_city:FO|display=t}}
    • Dømi Stokkhólmur: {{coord|59|19|46|N|18|4|7|E|type:landmark_city:SE|display=t}}
    • og eitt dømi uttan sekund, bara stig og minuttir, Göteborg: {{coord|57|42|N|11|58|E|type:landmark_city:SE|display=t}}

Enska orðið (í hesum førinum city verður tilpassa staðið ið talan er um. Meira um koordinatar og yvirlit yvir ensk orð til type: Wikipedia:Jarðfrøðiligir koordinatar. Koordinatarnir skulu antin setast niðast á síðuna beint áðrenn Bólkar ella innsetast í infoboksina um nøkur er á síðuni. Eg havi tó ikki fingið tað at rigga enn við koordinatum í infoboksini, tað eru fleiri truplar fyrimyndi, ið skulu "tosa saman", og bara ein stavivilla ella ymisk týðing á tveimum fyrimyndum kann oyðileggja alt, men eg arbeiði upp á tað. Eg eri als ikki køn í kotum, fekk hjálp frá donsku Wikipediu, tí okkurt modul vantaði, og eg visti ikki hvussu man gjørdi tað. Eg havi brúkt altjóða orðið Koordinatar og ikki Krosstal/krosstøl, ið tað eitur sambært orðabók Sprotans, mest sum øll mál ið eg havi kanna nýta orð sum coorndinates, koordinater osfr. uttan grikst. Um tað skal rættast til krosstøl (tað sum stendur ovast á síðum við koordinatum), so skal tað rættast í Module:Coordinates. Eg vil gjarna gera tað sjálv, um eg fái áheitan um tað, síðan er sera kompliserað, mest sum bara kotur, sum ikki mugu oyðileggjast.

  • Wikipedia:Hendingar - verkætlan ið gongur út uppá at upprætta allir 365/366 dagarnir í árinum við 3 hendingum fyri hvønn dagin. Vit hava sum er tann vanliga kalendaran, har ið hvør einasti dagur er upprættaður, t.d. 1. mars. Í løtuni (feb. 2015) eru tað hendingar frá tí vanliga kalendaranum, ið vera vístar á forsíðuni. Eg hugsaði at gera á sama hátt sum á t.d. donsku Wikipediu, har ið tey hava ein síður fyri hvønn dag við júst trimum hendingum, ið verða vístar á forsíðuni.

Tað kemur rættiliga ofta fyri, at fólk gera herverk á føroysku Wikipediu, t.d. við at skriva tvætl á síður ella upprætta síður við tvætli. Fyri at kempa móti herverki á føroysku Wikipediu, kunnu eg og onnur seta hetta á kjaksíðuna hjá teimum ið gera herverk, sum eina ávaring: {{subst:herverk}} - og um tey halda fram við herverkinum, so verða tey sperraði og sleppa harvið ikki at rætta nakað sum helst her í eitt ávíst tíðarskeið.