Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2006

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Frændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ungdómsfelagnum í Klaksvík fyrst í 1980'unum. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin alla tíðina verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Teir hava síðan fyrstu LP-plátuna Saman við tær verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og serliga Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangrivarar.

Les meir um FrændurArkiv