Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/mai 2022

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gorfuglur
Gorfuglur

Gorfuglur (frøðiheiti: Pingvinus impennis L [Alca impennis]) var ein svartur sjófuglur, sum nú er útdeyður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini Pinguinus, men hann var ikki í ætt við pingvinir, hóast hann var fyrsti fuglur, ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá walisiskum fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir Nýfundlandi, og nevndu teir hann pen gwyn á sínum walisiska máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.

Útsjónd

Í liti og eisini í nevinum líktist gorfuglur mest álku, men hann var nógv størri enn álka, uml. 70 cm til hæddar og vigaði um 5 kg. Men veingirnir vóru so lítlir, at hann kundi ikki flúgva, og tað varð honum at bana.

Útbreiðsla

Gorfuglur helt upprunaliga til í økinum frá landnyrðings USA, fram við eysturstrondini á Kanada, Grønlandi, íslandi, Føroyum, Írlandi, Bretsku oyggjunum, Noregi, Fraklandi og niður til Norðurspania. Ósemja hevur verið, um gorfuglur yvirhøvur áttí Føroyum, men frásagnir benda á, at hann átti í Føroyum fram til 18. øld. Tá vit koma fram til 19. øld, er hann horvin sum búfuglur, og sambært týska fuglafrøðinginum Graba, sum vitjaði í Føroyum í 1828, mintust bara nøkur gomul fólk seg at hava sæð gorfugl um "Vestmannaleiðina". Gorfuglur átti í stórum tali í Íslandi, Grønlandi, Nýfundlandi og summum skotskum oyggjum, t.d. St. Kilda. Gorfuglur var feitur og góður matur, og tí varð hann veiddur allastaðni, har hann helt til, og við tíðini avoyddur. Alment verður sagt, at teir seinastu vórðu fingnir á Eldey í Íslandi í 1844; men ein skal vera sæddur í Nýfundlandi í 1852 og kanska í Grønlandi so seint sum í 1870'unum.

Gorfuglur í Føroyum

Stundum hevur verið ført fram, at gorfuglur helst ikki átti í Føroyum, hóast hann varð veiddur her, men frásøgnir finnast, sum vátta at hann hevur átt í Føroyum eisini. Áðurnevndi týski fuglafrøðingurin Graba sigur í dagbók síni, at Wencelaus Hammershaimb fúti (1744 - 1828), slerdi ein gorfugl, sum bøldi einum eggi á "Vestmannaleiðini".<ref>J. Carl Julian von Graba, Tagebuch, geführt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828. Perthes & Besser, Hamburg 1830 og sambært Svabo fekk føroysktføddi náttúrufrøðingurin Nicolai Mohr (1742-1790) eitt gorfuglaegg undan einum gorfugli, sum var tikin í Fugloy, hetta bendir á, at gorfuglur hevur átt í Fugloy eisini. Í Svínoy sigst at staðarnøvnini Langa-Gorstangi og Stutta-Gorstangi skulu koma av eldru nøvnunum "Langi-Gorfuglatangi og Stutti-Gorfuglatangi", og Christian Matras sigur um hesar tangar í Svínoy: "I Følge Sagnet skal Tangerne have deres Navn af Gejrfugle (gorfuglar), der holdt til her i Mængde i gammel Tid"..