Wikipedia:Mánaðargrein 2008
Mánaðargreinir nýttar í 2008.
Mánaðargreinir 2008
[rætta wikitekst]Mánaðargrein fyri januar
Kanada (enskt; The Dominion of Canada, franskt; Le Dominion du Canada) er heimins næststørsta land og hevur ca 33 mió íbúgvar. Høvuðstaðurin kallast Ottawa, og størsti býurin er Toronto. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og franskt. Kanada hevur bert landamark viðUSA og sjómark móti Grønlandi.
Mánaðargrein fyri februar
Føroya løgting, Føroyska tjóðartingið, er eitt av minst trimum tingum, sum ger krav uppá heitið Heimsins elsta ting. Hin bæði eru í Íslandi og Isle of Mann. Øll eru tey stovnað av víkingum, og elst upp á hvønn sín máta. Altingið í Íslandi er elsta ting í einum sjálvtøðugum landi. Tynwald er elsta ting, sum ongantíð er niðurlagt. Og Føroya løgting varð stovnað fyrst.
Mánaðargrein fyri mars
Seinni heimsbardagi (enskt: World War II, WW2; donskt: Anden verdenskrig) vardi frá 1. september 1939 til 2. september 1945. Eingin kríggj síðan hava verið so stór sum Seinni heimsbardagi. Seinni heimsbardagi kom í av ætlanum Hitlers at leggja onnur lond undir Týskland, í fyrsta lagi Eysturevropa.
Mánaðargrein fyri apríl
Seinni heimsbardagi (enskt: World War II, WW2; donskt: Anden verdenskrig) vardi frá 1. september 1939 til 2. september 1945. Eingin kríggj síðan hava verið so stór sum Seinni heimsbardagi. Seinni heimsbardagi kom í av ætlanum Hitlers at leggja onnur lond undir Týskland, í fyrsta lagi Eysturevropa.
Mánaðargrein fyri mai
Nýsæland (enskt; New Zealand), er eitt stórt land í Oceania. Høvuðsstaður er Wellington og aðrir stórir býir er Auckland, Christchurch, Hamilton, Dunedin og Palmertson North. Slakar 4.2 milliónir fólk búgva í Nýsælandi; minni enn helvtin av fólkinum í New York ella London. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroy, flestu teirra í býum. Í Nýsælandi eru 20 ferðir so nógvir seyðir sum fólk.
Mánaðargrein fyri juni
Peru ella Lýðveldið Peru (spanskt; República del Perú) er eitt land í Suðuramerika. Í suðri hevur Peru mark við Bolivia og Kili, í norðri við Ekvador og Kolumbia, í vestri við Kyrrahavið og eystri við Brasil. Peru hevur 28,6 mió. íbúgvar. Síðstu árini hava vinnuloysi, fátækradømi og aðrir samfelagsligir trupulleikar elvt til harðligt politiskt stríð og grovan harðskap. Tí hava útlendskar vinnufyritøkur aftrað seg við at seta pening í fyritøkur í Peru, og landið er eitt tað fátækasta í Suðuramerika. Størsi býurin og høvuðsstaður er Lima.
Mánaðargrein fyri juli
Sambandsríki Amerika (enskt; United States Of America), eisini nevndir USA, er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (minni enn í India og Kina). Landið hevur 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í karibiska havinum størsti og har tað búgva flest fólk. Av øðrum oyggjum, sum USA eigur, eru Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyygjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d.; Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Howlandoy, m.m). Síðani 1898 hevur USA havt ein stóran marinbasa á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvi hevur serligan leiklut og verður stýrd av amerikonsku verjuni.
Mánaðargrein fyri august
Dømi hetta er bert eitt dømi. Rætta hesa fyrimynd.
Mánaðargrein fyri september
Dømi hetta er bert eitt dømi. Rætta hesa fyrimynd.
Mánaðargrein fyri oktober
Ísland (íslendskt: Lýðveldið Ísland) er heimsins fimtstørsta oyggj og heimsins norðasta tjóðveldi. Høvuðsstaður er Reykjavík, og í landinum búgva umleið 316 túsund íbúgvar. Av hesum búgva eini 119 000 í Reykjavík. Málið, ið tey tosa, er íslendskt. Hægsti staður í Íslandi er Øræfajøkul, sum er 2119 m. Oyggin er 108.846 km, harav 11.800 km av oynni er innlandsísur. Gjaldoyra teirra er Íslendsk króna (ISK), sum er 100 oyru (100 føroyskar krónur eru 10 íslendskar krónur). Miðallívsævin í landinum er 82.76 ár (sambært CIA World Factbook). Næstan allir íslendingar eru kristnar (91 prosent av fólkinum).
Mánaðargrein fyri november
Sands kirkja er ein gomul trækirkja frá 1839. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989.
Mánaðargrein fyri desember
Sands kirkja er ein gomul trækirkja frá 1839. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989.