Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2008

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ísland
Ísland

Ísland (íslendskt: Lýðveldið Ísland) er heimsins fimtstørsta oyggj og heimsins norðasta tjóðveldi. Høvuðsstaður er Reykjavík, og í landinum búgva umleið 316 túsund íbúgvar. Av hesum búgva eini 119 000 í Reykjavík. Málið, ið tey tosa, er íslendskt. Hægsti staður í Íslandi er Øræfajøkul, sum er 2119 m. Oyggin er 108.846 km, harav 11.800 km av oynni er innlandsísur. Gjaldoyra teirra er Íslendsk króna (ISK), sum er 100 oyru (100 føroyskar krónur eru 10 íslendskar krónur). Miðallívsævin í landinum er 82.76 ár (sambært CIA World Factbook). Næstan allir íslendingar eru kristnar (91 prosent av fólkinum).