Tuvalu
| |||
Tjóðarslagorð: "Tuvalu mo te Atua" | |||
Tjóðsangur: "Tuvalu mo te Atua" | |||
Alment mál | Tuvaluskt Enskt | ||
Høvuðsstaður | Funafuti | ||
Kongur | Charles III | ||
Forsætisráðharri | Feleti Teo | ||
Fullveldi | 1. oktober 1978 (frá Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
26 km² 0.0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2021 - tættleiki |
11 900 457.69/km² | ||
Gjaldoyra | Avstralskt dollar Tuvalskt dollar | ||
Tíðarøki | UTC +12 | ||
Økisnavn á alnetinum | .tv | ||
Telefonkota | +688
| ||
Tuvalu er ein kyrrahavsoyggj. Íbúgvarnir á Tuvalu eru av polynesiskum uppruna, og er talan um ein av fólkafátækastu statunum í heiminum. Bert Vatikanið hevur færri íbúgvar. Bert 10 544 fólk búleikast spjadd út á níggju koralloyggjum. Kyrrahavsparadísið Tuvalu er miðskeiðis millum Hawaii og Avstralia. Oyggjarnar byggja á koralriv, sum vaksa spakuliga, so hvørt sum havið fløðir. Spurningurin er tó, um havið komandi árini fløðir skjótari enn higartil, so oyggjarnar hvørva av heimskortinum. Um havið ikki fløðir so nógv, kunnu stórir trupulleikar tó standast av vatnflóð og stormskaðum, sum oyðileggja grøði og drekkivatn. Hægsti blettur á oyggjunum er bert 5 metrar yvir havinum. Teir uml 12.000 íbúgvararnir á teimum 9 oyggjunum hava fingið loyvi at flyta til Nýsælands, um hóttanin gerst veruleiki [1].
Frá tíðliga í fyrru øld og fram til 1978 var Tuvalu bretskt hjáland. Tað var tá kent undir heitinum, Ellice Islands. Tuvalu er við sínum 9000 íbúgvum limaland 189 í felagskapi Sameindu Tjóða. Í vídd er Tuvalu við sínum 26 km2 4. minsta landið í heiminum. Minni enn Tuvalu eru Vatikanstaturin, Monako og Nauru. Tá talan er um fólkatal, er Tuvalu næstminsta landið í heiminum. Tað er bert Vatikanstaturin, ið hevur færri íbúgvar enn teir 9000, sum eru á Tuvalu. Tuvalu liggur 1000 kilometrar norðan fyri Fijioyggjarnar í Kyrrahavinum.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Oyggjarnar eru fátækar. Ójavnt er eisini býtt. Lítil og eingin vøkstur, og ongar keldur, so tey eru t.d. bundin at savna saman regnvatn. Høvuðsinntøkurnar fær Tuvalu burtur úr sølu av frímerkjum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
Avstralásia : Avstralia · Norfolksoyggj · Jólaoyggj · Kokosoyggjar
Melanesia : Fidjioyggjar · Papua Nýguinea · Nýkaledónia · Sálomonsoyggjar · Vanuatu
Mikronesia : Guam · Kiribati · Marshalloyggjar · Norðaru Marianaoyggjar · Mikronesiasamveldið · Nauru · Palau
Polynesia : Amerikanska Sámoa · Cooksoyggjar · Franska Polynesia · Hawai'i · Nýsæland · Niue · Pitcairnoyggj · Sámoa · Tokelau · Tonga · Tuvalu · Wallis- og Futunaoyggjar