Jump to content

Turkiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Turkiskt (mál))
Turkiskt mál
Türkçe / Türkiye Türkçesi
Tosað í: Turkaland, Norðurkýpros; Albania, Aserbadjan, Bosnia-Hersegovina, Bulgaria, Kroatia, Grikkaland, Ungarn, Irak, Jordan, Kosovo, Libanon, Lýðveldið Makedónia, Moldova, Montenegro, Palestina, Rumenia, Russland, Serbia, Sýria, Turkmenistan, Usbekistan; Týskland.
Tosandi íalt: +77 mió. (Total: +83 mió.) [1][2]
Málætt: Altai.
Málkotur
ISO 639-1: tr
ISO 639-2: tur
ISO 639-3: tur

.

Turkiskt mál er høvuðsmálið í Turkalandi, í Norðurkýpros og í Kýpros (saman við grikskum). Harumframt verður turkiskt eisini tosað í fleiri londum kring heimin, har turkiskir minnilutar búgva.

Tað er onki bundið kenniorð (definite article) á turkiskum, men tann bundni formurin verður vístur við at hvønnfall ending verður brúkt (sí niðanfyri). Turkisk navnaorð verða bend við at fáa ávísar endingar, eins og í latíni. Tað eru seks føll á turkiskum, har allar endingarnar fylgja sjálvljóðsharmoni við nýtslu av hevja tónatión (superscript notation). Fleirtalsmarkørurin -ler² fylgir beinleiðis navnorðinum áðrenn nakað annað fall ella nakra aðra ending (t.d. köylerin "bygdanna" ella av bygdunum).

Fall Ending Dømi Týdningur
köy "bygd" ağaç "træ"
Hvørfall Ø (onki) köy ağaç bygd(in)/træ(ið)
Hvørsfall -in4 köyün ağacın bygdarinnar/træsins
av bygdini/trænum
Hvørjumfall -e² köye ağaca til bygdina/træi
Hvønnfall -i4 köyü ağacı bygd(ina)/træ(ið)
Ablativ -den² köyden ağaçtan frá bygdini/trænum
Locativ -de² köyde ağaçta í bygdini/á trænum

Hvønnfalls markørurin verður bert brúktur til bestemta kenniorðið (definite objects); samanber (bir) ağaç gördük "vit sóu eitt træ" við ağacı gördük "vit sóu træ"-.[3] Fleirtals markørurin -ler² verður vanliga ikki brúktur tá ein flokkur ella bólkur merkir: ağaç gördük kann eins væl týða "vit sóu trø [meðan vit gingu gjøgnum skógin]"— mótsatt ağaçları gördük "vit sóu trøini [í spurningi]".

Navnorð kunnu taka endingar, sum vísa grammatiska persónin: til dømis -imiz4, "okkara". Harumframt kemur tað turkiska kopula (til dømis -im4, "Eg eri") heilir setningar kunnu formast. Spyrjandi kenniorðið mi4 fylgir beint eftir orðið sum spurt verður um: köye mi? "[fert tú] til bygdina?", ağaç mı? "[er tað eitt] træ?".

Turkiskt Føroyskt
ev hús(ið)
evler húsini
evin títt hús
eviniz tíni (fl./formelt) hús
evim mítt hús
evimde í mínum húsi
evlerinizin av tínum húsi
evlerinizden frá tínum húsi
evlerinizdendi (hann/hon/tað) var frá tínum húsi
evlerinizdenmiş (hann/hon/tað) var (eftir øllum at døma/sigst vera) frá tínum húsum
Evinizdeyim. Eg eri í tínum húsi.
Evinizdeymişim. Eg var (eftir øllum at døma) í tínum húsi.
Evinizde miyim? Eri eg í tínum húsi?

Turkisk sagnorð vísa grammatiska persónin]. Tey kunnu gerast negativ, møgulig (kann) ella ómøgulig (kann ikki) negative. Harumframt vísa turkisk sagnorð tíð (nútíð, tátíð, framtíð og aorist), grammatiskar hættir (kondisjónalis]], boðsháttur, inferentialis, nesessitativ og ynskiháttur) og grammatiskt aspekt. Negasjón verður víst við einum innskeyti mitt i orðinum -me²- beint eftir orðastammuna.

Turkiskt Føroyskt
gel- (at) koma
gelebil- (at) be kunna koma
gelme- ikki (at) koma
geleme- (at) hava møguleika at koma
gelememiş Eftir øllum at døma kundi (hon)hann ikki koma
gelebilecek (hon)hann fer at kunna koma
gelmeyebilir (hon)hann kann (møguliga) ikki koma
gelebilirsen um tygum kunnu koma
gelinir (passivt) ein kemur, fólk koma
gelebilmeliydin tygum skuldu havt møguleika fyri at komi
gelebilseydin um tygum kundu havt komið
gelmeliydin tygum skuldu havt komið

Øll turkisk sagnorð verða bend á sama hátt, uttan tey óregluligu sagnorðini og tey defektivu sagnorðini i-. Turkiskt kopula (samsvarandi tað føroyska at vera og enska to be), sum kunnu verða brúkt í samansettum formum (tann stutti formurin verður róptur enklitiskt): Gelememişti = Gelememiş idi = Gelememiş + i- + -di.

  1. European Commission (2006). "Special Eurobarometer 243: Europeans and their Languages (Survey)" (PDF). Europa. http://ec.europa.eu/public_opinion/archives/ebs/ebs_243_en.pdf. Heintað 2010-02-14. 
  2. "LanguagesOfTheWorld"
  3. Orsakað av at tað eisini verður brúkt til óbestemt hvønnfall, brúkar Lewis orðingina "absolute case" tá talan er um "hvønnfall". Lewis (2001):28.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið