Jump to content

Tjóðgarðar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar í Norðuramerika. Í USA eru fleiri enn 6,770 tjóðgarðar ella friðlendi, sum tilsamans eru meira enn 2,607,131 km2 til støddar. Henda myndin er av Zion National Park í Utah.

Tjóðgarðar er ein vanligur máti at varðveita eitt virðismikið náttúruumhvørvi og mentanarumhvørvi. Tað er eitt øki, sum er friðað, so at náttúruvirði ella mentanarlig virði kunnu verða vard.[1] Sum oftast hava øll atgongd til ein tjóðgarð, men reglur eru fyri, hvat er loyvt ella ikki loyvt at gera har. Reglurnar eru ógvuliga ymiskar frá einum tjóðgarði til annan, og úr einum landi í annað. Fyrsti tjóðgarðurin í verðini varð stovnaður í Wyoming í 1872 - Yellowstone National Park.[2] Í Norðurlondum kom tann fyrsti tjóðgarðurin í Svøríki í 1909; har eru nú til samans 29 tjóðgarðar. Í Finnlandi eru 35 tjóðgarðar, í Noregi eru 37[3], í Danmark eru 5, og í Íslandi eru 3. Tann størsti tjóðgarðurin í verðini er í Grønlandi. Í Føroyum er eingin tjóðgarður enn, men tað verður tosað um at gera tjóðgarð í Hvannhaga og í Koltri. Koltursbóndin saman við Búnaðarstovuni og landsstýrismaðurin í búnaðarmálum setti fram uppskot um at gera tjóðgarð í Koltri. Búnaðarstovan fyrisitur alla almenna jørð í Føroyum, ið ikki er fyrisitin ella skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Ein arbeiðsbólkur varð settur at gera eitt tilmæli til landsstýrismannin, men hesin bólkur steðgaði upp tá stjóraskiftið varð á Búnaðarstovuni. Landsstýrismaðurin hevur heitt á Búnaðarstovuna um at taka málið uppaftur.[4][5]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Kelduávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.denstoredanske.dk/nationalparker
  2. https://snl.no/nasjonalparker
  3. https://snl.no/nasjonalparker_i_Norge
  4. http://www.logting.fo/files/casestate/13333/117.12%20Skjal%208%20Bunadargrunnurin.pdf
  5. http://www.tinganes.fo/logir/alit/2006.04%20Fyrsta%20tilm%C3%A6li%20fr%C3%A1%20arbei%C3%B0sb%C3%B3lki,%20sum%20stendur%20fyri%20verk%C3%A6ltan%20at%20skipa%20fyri%20var%C3%B0veiting%20av%20ognunum%20%C3%AD%20Koltri%20og%20n%C3%A1tt%C3%BArusavni%20har.pdf
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið