Hvannhagi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Hvannhagi og Vatnið í Hvannhaga.

Hvannhagi er eitt náttúruøkið norðanfyri Trongisvág, Tvøroyri og Froðba og sunnanfyri Hvalba. Hvannhagi er á eystursíðuni á Suðuroynni. Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar [1]. Eitt vatn er í Hvannhaga. Tað verður vanliga bara rópt Vatnið í Hvannhaga.

Hvannhagi vann heiðurin fyri "Sermerkt náttúruøki" í "Umhvørvisátakinum 2008", sum Føroya Kommunufelag skipaði fyri. Hvannhagi verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð. Vakurt útsýni er til Lítla og Stóra Dímun úr Hvannhaga. Tú kanst bert ganga til Hvannhaga.

Hvannhagi væl egnaður til Tjóðargarð[rætta | rætta wikitekst]

Hvannhagi verður mettur at vera besta pláss í Føroyum til tjóðargarð. Staðið er avbyrgt, men kortini væl atkomandi til gongu. Sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag við einum fjøllbroyttum plantu- og djóralívi. Hvannhagi er eitt sermerkt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Hann liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Vanliga verður gingið frá vestara endanum av Ovara vegi á Tvøroyri, og har verður gingið eftir einari gøtu norðureftir tvørturum fjallið.

Hvannhagi er kransað av steyrrættum fjallalíðum, og har slepst bert oman í tveimum støðum. Verður gingið oman eftir tí eystaru gøtuni, er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun. Hvannhagi hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi. Hvannhagi er sundurbýttur hagi - Norðaripartur og Uttaripartur. Hagin hevur einki ásett markatal og liggur í tveimum markatalsbygdum. Hvannhagi Norðaripartur hevur 70 áseyðir. Seyðamarkið er "Fjøður mitt um heilt" á høgra oyra. Hvannhagi Uttaripartur hevur 72 áseyðir. Seyðamarkið er "Mitt um sýling" á vinstra oyra.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Visitsuduroy.fo

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]