Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins
Appearance
Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er ætlað at vekja áhuga fyri skaptum og framførdum tónleiki á høgum listarligum støði. Annaðhvørt verður virðislønin givin fyri verk hjá núlivandi tónasmiði og annaðhvørt ár fer virðislønin til størri ella minni framførslu á høgum listarligum og handverksligum støði.
Virðislønin varð stovnað í 1956 og varð í fyrstuni latin triðjahvørt ár. Frá 1990 verður virðislønin uppá 350 000 danskar krónur latin hvørt ár. Eftir 1997 kunnu tey sonevndu sjálvstýrandi økini, t.e. Grønland, Føroyar og Áland, koma við egnum tilnevningum til virðislønina. Norðurlendska tónleikanevndin, NOMUS, virkar sum virðislønarnevnd.
Vinnarar gjøgnum tíðirnar og fyri hvat:
Móttakarar
[rætta | rætta wikitekst]Ár | Móttakari | Heitið / starv | Land |
---|---|---|---|
2022 | Karin Rehnqvist[1] | tónaskald, fyri verkið Silent Earth. | Svøríki |
2021 | Eivør Pálsdóttir | tónleikari | Føroyar |
2020 | Sampo Haapamäki | tónaskald | Finnland |
2019 | Gyða Valtýsdóttir | tónleikari | Ísland |
2018 | Nils Henrik Asheim | tónaskald | Noreg |
2017 | Susanna Mälkki | dirigentur | Finnland |
2016 | Hans Abrahamsen | tónaskald | Danmark |
2015 | Svante Henryson | sellospælari og tónaskald | Svøríki |
2014 | Simon Steen-Andersen | tónaskald | Danmark |
2013 | Pekka Kuusisto | violinspælari | Finnland |
2012 | Anna S. Þorvaldsdóttir | Dreymi | Ísland |
2011 | Mats Gustafsson | Svøríki | |
2010 | Lasse Thoresen | fyri 'Opus 42' | Noreg |
2009 | Kari Kriikku | Finnland | |
2008 | Peter Bruun | fyri opruna 'Miki Alone' | Danmark |
2007 | Eric Ericsons Kammarkör | Svøríki | |
2006 | Natasha Barrett | fyri tað elektroniska verki "...fetters..." | Noreg |
2005 | Cikada | Noreg | |
2004 | Haukur Tómasson | fyri tónleikin til opruna Fjórði söngur Guðrúnar | Ísland |
2003 | Mari Boine | fyri framførdan tónleik | Noreg |
2002 | Sunleif Rasmussen | fyri symfoniuna Oceanic Days 1995-1997 | Føroyar |
2001 | Palle Mikkelborg | fyri framførdan tónleik | Danmark |
2000 | Kaija Saariaho | fyri kamartónleikaverkið Lonh fyri sopran og elektronikk | Finnland |
1999 | Leif Segerstam | fyri framførdan tónleik | Finnland |
1998 | Rolf Wallin | fyri konsert hansara fyri klarinett og orkestur 1995/1996 | Noreg |
1997 | Björk (Guðmundsdóttir) | fyri framførdan tónleik | Ísland |
1996 | Bent Sørensen | fyri konsertina Sterbende Gärten fyri violin og orkestur | Danmark |
1995 | Eric Ericson | fyri framførdan tónleik | Svøríki |
1994 | Erik Bergman | fyri opruna Det sjungande trädet | Finnland |
1993 | Mellersta Österbottens Kammarorkester | fyri framførdan tónleik | Finnland |
1992 | Anders Eliasson | fyri Symfoni nr 1 | Svøríki |
1991 | Nils-Henning Ørsted Pedersen | fyri framførdan tónleik | Danmark |
1990 | Olav Anton Thommessen | fyri verkið Gjennom Prisme fyri cello, orgul og orkestur | Noreg |
1988 | Magnus Lindberg | fyri verkið "Kraft fyri symfoniorkestur og elektronikk | Finnland |
1986 | Hafliði Hallgrímsson | fyri verkið Poemi för soloviolin och stråkorkester | Ísland |
1984 | Sven-David Sandström | fyri requim De ur alla minnen fallna | Svøríki |
1982 | Åke Hermansson | fyri verkið Utopia | Svøríki |
1980 | Pelle Gudmundsen-Holmgreen | fyri verkið Symfoni/Antifoni | Danmark |
1978 | Aulis Sallinen | fyri opruna Ryttaren | Finnland |
1976 | Atli Heimir Sveinsson | fyri verkið Konsert för flöjt och orkester | Ísland |
1974 | Per Nørgaard | fyri opruna Gilgamesh | Danmark |
1972 | Arne Nordheim | fyri verkið Eco fyri sopransolo, blandað kór og orkestur | Noreg |
1970 | Lars Johan Werle | fyri arenaopruna Drömmen om Thérése | Svøríki |
1968 | Joonas Kokkonen | fyri verkið Tredje symfonien | Finnland |
1965 | Karl-Birger Blomdahl | fyri opruna Aniara | Svøríki |
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]- Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
- Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
- Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins
- Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Byarbok.fo - Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens Archived 2005-05-25 at the Wayback Machine
- ↑ «Karin Rehnqvist wins 2022 Nordic Council Music Prize», norden.org, 1. november 2022. Besøkt 2. november 2022.