Svøríki í Eurovision Song Contest

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Svøríki
Svøríki
Sjónvarpsstøð Sveriges Television (SVT)
Tjóðarútveljingarkapping Melodifestivalen
Framførslur
Framførslur 55 (54 finalur)
Fyrsta framførsla 1958
Besta úrslit 1. pláss: 1974, 1984, 1991, 1999, 2012, 2015
Vánaligasta úrslit Síðstapláss: 1963, 1977
Null stig: 1963
Slóðir
SVT Almenn heimasíða
Svøríki-síðan á Eurovision.tv


Svøríki hevur luttikið í Eurovision Song Contest 55 ferðir, síðani landið luttók á fyrsta sinni í 1958. Svøríki hevur verið við hvørt ár uttan í 1956, 1957, 1964, 1970 og 1976. Síðani 1959 hevur svenski sangurin verið valdur í gjøgnum eina svenska sjónvarpssangkapping, sum síðani 1967 er kend sum Melodifestivalen. Svøríki er eitt av londunum við besta úrslitinum yvirhøvur í kappingini, og hevur vunnið 6 ferðir, í 1974, 1984, 1991, 1999, 2012 og 2015.

Fyrsta íkastið til kappingina var Alice Babs í 1958, ið endaði á fjórða plássi. Hetta var besta støða teirra til 1966, tá Lill Lindfors og Svante Thuresson endaðu á øðrum plássi. Fyrsti sigur Svøríkis í Eurovision var í 1974, tá ABBA vann við sanginum "Waterloo". Eftir sigurin í Brighton, Onglandi, gjørdist bólkurin heimskendur og ein av bestseljandi poppbólkum í heiminum.

Í 1980-árunum endaði Svøríki tríggjar ferðir í topp-3. Carola endaði á triðja plássi í 1983, The Herreys vann annan sigur Svøríkis í 1984 við sanginum "Diggi-Loo Diggi-Ley", og Kikki Danielsson endaði somuleiðis á triðja plássi í 1985. Carola vendi aftur í Eurovision í 1991 har hon vann triðja sigur Svøríkis við sanginum "Fångad af en stormvind". Tá atkvøðurnar høvdu verið upptaldar, høvdu Svøríki og Frakland líka nógv stig, men Svøríki vann, tí landið hevði fingið fleiri 12-stig enn Frakland. Svøríki vann so aftur í 1999, tá Charlotte Nilsson vann fjórða sigur landsins við sanginum "Take Me to Your Heaven". 1990-árini góvu eisini tvey triðja pláss. Jan Johansen endaði á triðja plássi í 1995, og somuleiði One More Time í 1996. Í 2000-árunum varð besta úrslit Svøríkis eitt fimta pláss, sum landið rakk 4 ferðir; Í 2001, 2003, 2004 og í 2006 við Carolu, sum varð fyrsti svenski artisturin at enda tríggjar ferðir í topp-5.

Vegna stóran áhuga fyri Eurovision hevði kappingin verið broytt og fevndi nú um 2 hálvfinalur og eina endaliga finalu. Anna Bergendahl var fyrsti svenski artisturin, ið ikki náddi inn í finaluna. Hetta var í 2010, tá hon endaði á 11. plássi við bert 5 stigum ov stutt til at koma víðari. Síðani 2011 hevur landið tó verið sera væl móttikið. Eric Saade endaði á triðja plássi í 2011 við sanginum "Popular". Loreen vann fimta sigur Svøríkis í 2012 við "Euphoria". Hesin sigurin gjørdi Svøríki til eitt av tveimur londum, saman við Stóra Bretlandi, at hava vunnið kappingina í 4 ymiskum ártíggjum. Í 2013 endaði Svøríki á 14. plássi í finaluni, men reisti seg uppaftur árið eftir í 2014, tá landið endaði fyri 21. ferð í topp 5. Tað var við Sannu Nielsen og sanginum "Undo", ið endaði á einum triðja plássi. Í 2015 vann Svøríki sín sætta sigur við Måns Zelmerlöw og sanginum "Heroes". Svøríki er enn einasta land í Eurovision, ið hevur fingið meir enn 300 stig tvær ferðir.

Svøríki hevur hildið Eurovision Song Contest fimm ferðir og er einasta land, ið hevur hildið kappingina í fimm ymiskum ártíggjum. Tvær ferðir í Stokkhólmi (1975 og 2000), tvær ferðir í Malmö (1992 og 2013) og eina ferð í Göteborg (1985).

Svøríki var eitt av 5 londum, ið fyrst nýttu telefonatkvøður í 1997.

Luttakarar[rætta | rætta wikitekst]

Table key
  Vinnari
  Annað pláss
  Triðja pláss
  Síðsta pláss
Ár Artistur Mál Tittul Finala Stig Hálvfinala Stig
1958 Alice Babs Svenskt "Lilla stjärna" 4 10 - -
1959 Brita Borg Svenskt Augustin 9 4 - -
1960 Siw Malmkvist Svenskt "Alla andra får varann" 10 4
1961 Lill-Babs Svenskt "April, April" 14 2
1962 Inger Berggren Svenskt "Sol och vår" 7 4
1963 Monica Zetterlund Svenskt "En gång i Stockholm" 13 0
1964 Luttók ikki hetta árið.
1965 Ingvar Wixell Enskt "Absent Friend" 10 6
1966 Lill Lindfors and Svante Thuresson Svenskt "Nygammal vals" 2 16
1967 Östen Warnerbring Svenskt "Som en dröm" 8 7
1968 Claes-Göran Hederström Svenskt "Det börjar verka kärlek, banne mig" 5 15
1969 Tommy Körberg Svenskt "Judy, min vän" 9 8
1970 Luttók ikki hetta árið.
1971 Family Four Svenskt "Vita vidder" 6 85
1972 Svenskt "Härliga sommardag" 13 75
1973 The Nova Enskt "You're Summer" 5 94
1974 ABBA Enskt "Waterloo" 1 24
1975 Lars Berghagen and The Dolls Enskt "Jennie, Jennie" 8 72
1976 Luttók ikki hetta árið.
1977 Forbes Svenskt "Beatles" 18 2
1978 Björn Skifs Svenskt "Det blir alltid värre framåt natten" 14 26
1979 Ted Gärdestad Svenskt "Satellit" 17 8
1980 Tomas Ledin Svenskt "Just nu!" 10 47
1981 Björn Skifs Svenskt "Fångad i en dröm" 10 50
1982 Chips Svenskt "Dag efter dag" 8 67
1983 Carola Svenskt "Främling" 3 126
1984 Herreys Svenskt "Diggi-Loo Diggi-Ley" 1 145
1985 Kikki Danielsson Svenskt "Bra vibrationer" 3 103
1986 Monica Törnell & Lasse Holm Svenskt "E' de' det här du kallar kärlek?" 5 78
1987 Lotta Engberg Svenskt "Boogaloo" 12 50
1988 Tommy Körberg Svenskt "Stad i ljus" 12 52
1989 Tommy Nilsson Svenskt "En dag" 4 110
1990 Edin-Ådahl Svenskt "Som en vind" 16 24
1991 Carola Svenskt "Fångad av en stormvind" 1 146
1992 Christer Björkman Svenskt "I morgon är en annan dag" 22 9
1993 Arvingarna Svenskt "Eloise" 7 89
1994 Marie Bergman og Roger Pontare Svenskt "Stjärnorna" 13 48
1995 Jan Johansen Svenskt "Se på mig" 3 100
1996 One More Time Svenskt "Den vilda" 3 100 1 227
1997 Blond Svenskt "Bara hon älskar mig" 14 36
1998 Jill Johnson Svenskt "Kärleken är" 10 53
1999 Charlotte Nilsson Enskt "Take Me to Your Heaven" 1 163
2000 Roger Pontare Enskt "When Spirits Are Calling My Name" 7 88
2001 Friends Enskt "Listen To Your Heartbeat" 5 100
2002 Afro-dite Enskt "Never Let It Go" 8 72
2003 Fame Enskt "Give Me Your Love" 5 107
2004 Lena Philipsson Enskt "It Hurts" 5 170 Topp-11 árið áðrenn
2005 Martin Stenmarck Enskt "Las Vegas" 19 30 Topp-12 árið áðrenn
2006 Carola Enskt "Invincible" 5 170 4 214
2007 The Ark Enskt "The Worrying Kind" 18 51 Topp-10 árið áðrenn
2008 Charlotte Perrelli Enskt "Hero" 18 47 12a 54
2009 Malena Ernman Franskt og enskt "La voix" 21 33 4 105
2010 Anna Bergendahl Enskt "This Is My Life" - - 11 62
2011 Eric Saade Enskt "Popular" 3 185 1 155
2012 Loreen Enskt "Euphoria" 1 372 1 181
2013 Robin Stjernberg Enskt "You" 14 62 Vertsland
2014 Sanna Nielsen Enskt "Undo" 3 218 2 131
2015 Måns Zelmerlöw Enskt "Heroes" 1 365 1 217

Myndir[rætta | rætta wikitekst]