Siw Malmkvist

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Siw Malmkvist 1961.

Siw Malmkvist (fødd 31. desember 1936 í Landskrona) er songkvinna úr Svøríki.[1] Hon hevur serliga verið kend í Norðurlondum og Vesturtýsklandi.[2] Hon hevði eitt nummar-eitt hitt í Vesturtýsklandi í 1964 við Liebeskummer lohnt sich nicht (á enskum: Lovesickness is Not Worthwhile), og hin 18 juli 1964 gjørdist hon fyrsti svenskarin, ið fekk eitt hitt á amerikanska Billboard hittlistan, tá "Sole Sole Sole", ein duet við italska sangaranum Umberto Marcato, kom á hittlistan.

Luttøka í Melodifestivalen og Eurovision Song Contest[rætta | rætta wikitekst]

Siv Malmkvist hevur fleiri ferðir luttikið á svenska Melodifestivalen (Melodi Grand Prix), sum er svenska undankappingin til Eurovision Song Contest. Seinastu ferð hon luttók var í 2004, tá hon sang sangin "C'est la vie" saman við Towa Carson og Ann-Louise Hanson, sangurin endaði á einum 10. plássi. Í 1960 umboðaði hon Svøríki á Eurovision Song Contest 1960 í London við "Alla andra får varann", ein sangur sum upprunaliga var sungin av Östen Warnerbring og Inger Berggren í Melodifestivalen 1960. Árið eftir vunnu hon og Gunnar Wiklund Melodifestivalen við sanginum "April, april", men tá valdi Sveriges Radio Barbro "Lill-Babs" Svensson at umboða Svøríki á Eurovision Song Contest 1961, sum varð hildið í Cannes. Í 1969 umboðaði Malmkvist Vesturtýskland á Eurovision við sanginum "Primaballerina" í Madrid. Sangurin endaði á einum deildum 9. plássi saman við tí svenska sanginum "Judy, min vän", sum Tommy Körberg sang.

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Siw (1963)
  • 12 sidor Siw (1967)
  • Från Jazzbacillen till Balladen om det stora slagsmålet på Tegelbacken (1968)
  • Nu (1968)
  • Harlekin (1968)
  • Spanska Siw (1970)
  • Underbara Siw (1970)
  • Mycket Siw och lite dragspel (1971)
  • Ragtime (1974)
  • Greatest Hits 1958-75 Vol 1 (1975)
  • Explosiw (1976)
  • Trolltider (1979)
  • Pippi Långstrump på Folkan (1980)
  • Alla tiders Siw (1985)
  • Klas Klättermus och alla de andra djuren i Hackebackeskogen (1985)
  • Skål! (1985)
  • Det är kärlek (1988)
  • Siwans klassiker (1988)
  • Siwan! (3-CD-box) (1995)
  • Siws Bästa (2003)
  • Die Show Siw & Gitte Hænning & Wenche Myhre (2003)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Discogs
  2. Siw Malmqvist biografi í Nationalencyklopedi

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið