Super Bowl
Super Bowl er finalan í amerikanskum fótbólti - National Football League (NFL). Finalan í amerikanskum fótbólti er størsta ítróttar- og sjónvarpshending í USA. Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA. Super Bowl eigur metið sum mest sædda sending í sjónvarpi nakrantíð, og á topp 20 listanum yvir mest sæddu sjónvarpssendingar seinastu 40 árini, eigur Super Bowl 16 pláss [1][2]. Finalan í Super Bowl í 2014 er tann hendingin, sum flestu fólk í USA nakrantíð hava sæð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið. Tað er næstan ein 1/3 av øllum fólkinum í USA.
Gjøgnum tíðina hava nógvir kendir bólkar spæld í hálvleikinum í Super Bowl. Millum annað kunnu Black Eyed Peas, Rolling Stones, Bruce Springsteen, Whitney Houston, Prince, Kelly Clarkson, Britney Spears, og U2 nevnast.
Luttakandi lið
[rætta | rætta wikitekst]Har eru 32 lið við í NFL. Liðini eru úr hesum feløgum:
Luttøka | Fótbóltslið | Vunnu | Tapti | Vinnarar % |
Sesong(ir) |
---|---|---|---|---|---|
11 | New England Patriots | 6 | 5 | .545 | 1985, 1996, 2001, 2003, 2004, 2007, 2011, 2014, 2016, 2017, 2018 |
8 | Pittsburgh Steelers | 6 | 2 | .750 | 1974, 1975, 1978, 1979, 1995, 2005, 2008, 2010 |
8 | Dallas Cowboys | 5 | 3 | .625 | 1970, 1971, 1975, 1977, 1978, 1992, 1993, 1995 |
8 | San Francisco 49ers | 5 | 3 | .625 | 1981, 1984, 1988, 1989, 1994, 2012, 2019, 2023 |
8 | Denver Broncos | 3 | 5 | .286 | 1977, 1986, 1987, 1989, 1997, 1998, 2013, 2015 |
6 | Kansas City Chiefs | 4 | 2 | .667 | 1966, 1969, 2019, 2020, 2022, 2023 |
5 | Green Bay Packers | 4 | 1 | .800 | 1966, 1967, 1996, 1997, 2010 |
5 | New York Giants | 4 | 1 | .800 | 1986, 1990, 2000, 2007, 2011 |
5 | Washington Redskins | 3 | 2 | .600 | 1972, 1982, 1983, 1987, 1991 |
5 | Los Angeles/Oakland Raiders | 3 | 2 | .600 | 1967, 1976, 1980, 1983, 2002 |
5 | Miami Dolphins | 2 | 3 | .400 | 1971, 1972, 1973, 1982, 1984 |
5 | Los Angeles/St. Louis Rams | 2 | 3 | .400 | 1979, 1999, 2001, 2018, 2021 |
4 | Baltimore/Indianapolis Colts | 2 | 2 | .500 | 1968, 1970, 2006, 2009 |
4 | Philadelphia Eagles | 1 | 3 | .333 | 1980, 2004, 2017, 2022 |
4 | Minnesota Vikings | 0 | 4 | .000 | 1969, 1973, 1974, 1976 |
4 | Buffalo Bills | 0 | 4 | .000 | 1990, 1991, 1992, 1993 |
3 | Seattle Seahawks | 1 | 2 | .333 | 2005, 2013, 2014 |
3 | Cincinnati Bengals | 0 | 3 | .000 | 1981, 1988, 2021 |
2 | Baltimore Ravens | 2 | 0 | 1.000 | 2000, 2012 |
2 | Tampa Bay Buccaneers | 2 | 0 | 1.000 | 2002, 2020 |
2 | Chicago Bears | 1 | 1 | .500 | 1985, 2006 |
2 | Carolina Panthers | 0 | 2 | .000 | 2003, 2015 |
2 | Atlanta Falcons | 0 | 2 | .000 | 1998, 2016 |
1 | New York Jets | 1 | 0 | 1.000 | 1968 |
1 | New Orleans Saints | 1 | 0 | 1.000 | 2009 |
1 | San Diego Chargers | 0 | 1 | .000 | 1994 |
1 | Tennessee Titans | 0 | 1 | .000 | 1999 |
1 | Arizona Cardinals | 0 | 1 | .000 | 2008 |
0 | Cleveland Browns | 0 | 0 | - | N/A |
0 | Detroit Lions | 0 | 0 | - | N/A |
0 | Jacksonville Jaguars | 0 | 0 | - | N/A |
0 | Houston Texans | 0 | 0 | - | N/A |
Listi yvir vertsbýir
[rætta | rætta wikitekst]Býur, Stat | Ferðir | Ár |
---|---|---|
Miami | 11 | 1968, 1969, 1971, 1976, 1979, 1989, 1995, 1999, 2007, 2010, 2020 |
New Orleans | 10 | 1970, 1972, 1975, 1978, 1981, 1986, 1990, 1997, 2002, 2013 |
Los Angeles | 8 | 1967, 1973, 1977, 1980, 1983, 1987, 1993, 2022 |
Tampa | 5 | 1984, 1991, 2001, 2009, 2021 |
Phoenix | 4 | 1996, 2008, 2015, 2023 |
San Diego | 3 | 1988, 1998, 2003 |
Houston | 3 | 1974, 2004, 2017 |
Atlanta | 3 | 1994, 2000, 2019 |
Detroit | 2 | 1982, 2006 |
San Francisco | 2 | 1985, 2016 |
Minneapolis | 2 | 1992, 2018 |
Jacksonville | 1 | 2005 |
Dallas | 1 | 2011 |
Indianapolis | 1 | 2012 |
Newark | 1 | 2014 |
Las Vegas | 1 | 2024 |
Super Bowl XLVIII
[rætta | rætta wikitekst]2. februar 2014 hugdu 111,5 milliónir amerikanarar í sjónvarpi eftir Super Bowl XLVIII, og tað er heimsmet [3]. Harafturat vóru nógvar aðrar milliónir av hyggjarum runt um allan heim; Super Bowl varð víst í 232 londum kring heimin [4]. Umframt tann metstóra síggjaraskaran, varð eisini eitt annað met sett: Dysturin var samstundis tann mest streamaða ítróttarhendingin nakrantíð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið, umframt tey 82 000 ið vóru til sjálvan dystin, sum t.d Oprah Winfrey og David Beckham [5]. Kappingin byrjaði klokkan 18:30 EST, og luttakandi liðini vóru Denver Broncos úr Colorado og Seattle Seahawks úr Washington. Dysturin bleiv spældur á MetLife Stadium í East Rutherford, New Jersey. Super Bowl er ógvuliga umfatandi og trygdin í hásæti, og 500 løgreglumenn og omanfyri 1000 trygdarvørar vóru á MetLife Stadion til dystin.
Hóast støðan í hálvleikinum var 22-0, so forðaði tað kortini ikki amerikumonnum í at fylgja dystinum í sjónvarpi. Dysturin byrjaði ógvuliga sjáldsamt við einum "safety" til Seattle Seahawks longu í fyrsta vanliga framrættaða spæli, og við støðuna 2-0 og bóltinum í hondini hugdi Seattle Seahawks ongantíð afturum seg og var á odda 22-0 í hálvleikinum. Tað tók bert 12 sekund hjá Seattle Seahawks at leggja seg á odda í dystinum. Nógvir av Denver Broncos-fjepparunum vóru somikið ónøgdir, at teir longu tíðliga í seinna hálvleiki fóru til hús. Hetta hóast atgongumerkini til Super Bowl kosta alt ímillum 2.700 og 14.300 krónur. Seinni hálvleikur byrjaði við einum "kickoff-return" til Seattle Seahawks, og so var støðan 29-0. Søgan helt fram og Seattle Seahawks rann Denver Broncos yvir enda við at vinna greitt 43-8. Hetta var eitt stórt upplivilsi fyri Seattle Seahawks, tí tað var fyrstu ferð, at Seattle vunnu kendu ítróttargreinina. Verjan hjá Seattle Seahawks var ræðandi stinn og Peyton Manning og venjaratoymi hansara megnaðu ongantíð at finna lykilin at lata verjuna upp. Seattle Seahawks-verjuleikarin Malcolm Smith vann eisini heiðurin MVP ("Most Valuable Player"); hann er fyrsti verjuleikarin í langa tíð, sum hevur vunnið heiðurin.
Tað var eitt flóvusligt kvøld hjá Denver Broncos, sum hava havt eitt av tí besta álopinum í Peyton Manning alt árið. Hetta sá man einki til, tá teir bert vóru førir fyri at fáa 8 stig allan dystin, sum endaði 43-8. Peyton Manning, sum er quarterback hjá Denver Broncos og áður hevur vunnið Super Bowl við Indianapolis Colts, hevur verið snúningsdepilin á einum liði, sum hevur verið einaráðandi í 2014 og millum serfrøðingar verður mett at hava eitt av bestu álopunum nakrantíð. Í Super Bowl XLVIII fingu teir tó ein stóran bita at gloypa, tí at mótstøðuliðið, Seattle Seahawks, hinvegin sigst at hava eina av bestu verjunum í søguni og í hagtølunum hevur greitt bestu verju í NFL. Dysturin ímillum álop og verju var lættur at spáa um, men tað skuldi vísa seg, at verjan hjá Seattle Seahawks var ein alt ov stórur biti at gloypa hjá Peyton Manning.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.foxnews.com/entertainment/2014/02/04/super-bowl-xlviii-breaks-record-for-most-watched-tv-event-in-us-history/
- ↑ http://espn.go.com/nfl/playoffs/2013/story/_/id/10398603/super-bowl-xlviii-telecast-most-watched-tv-event-us-history
- ↑ http://www.forbes.com/fdc/welcome_mjx.shtml
- ↑ http://www.nfl.com/news/story/09000d5d80022760/article/super-bowl-xli-broadcast-in-232-countries
- ↑ http://www.justjared.com/2014/02/03/victoria-beckham-stayed-in-london-while-david-attended-super-bowl-2014/