NFL

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

NFL (stytting fyri National Football League) er tann amerikanska deildin innanfyri amerikanskan fótbólt. NFL er tað hægsta støði innanfyri amerikanskum fótbóltið. NFL varð stóvna í 1920 sum American Professional Football Association.

Amerikanskur fótbóltur er sera populert í øllum USA, til finaluna í NFL (Super Bowl) kunnu upp til 110 mill. amerikanarir fylgja við. Tað er næstan ein 1/3 av øllum fólkinum í USA. NFL er tann íttrottardeildin í heiminum sum hevur hægst miðal-áskoðaratal í heiminum við 67,509 áskoðarir pr. dyst. M.a frammanfyri Barclays Premier League í Onglandi.

Har eru 32 lið við í NFL. Øll liðini eru deild upp í tvær konferransir AFC og NFC. Og síðani deild upp í 4 bólkar (North, East, South og West) í tær báðar konferransirnar. t.v.s at tað eru 4 lið í hvørjum av teimum 8 bólkinum. Hvørt lið spælur 17 dystur uppá eitt kappingarárð. Síðani koma 14 lið víðari til endaspælið (Play-offs) 7 úr hvørja konferransi, og minst eitt úr hvørjum bólkið.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið