Sonne Smith
Sonne Smith er føddur í Vági ólavsøkudag í 1946. Hann tók hægri handilsprógv í Odense í 1968 og journalistiskt prógv á Danmarks Journalisthøjskole í 1977. Høvuðsgrein hansara á journalistháskúlanum var heimspolitikkur. Hetta var seinni støðið undir teimum mongu sendingunum, sum hann gjørdi seinni saman við Hans Holm, tí søgufróða, geografiska snillinginum. Hann hevur drúgva journalistiska yrkisleið í útvarpi og á bløðum, var arbeiðsmaður, fiskimaður, krambakallur og skrivstovumaður í sínum ungu døgum, umframt at hann hevur spælt við í fleiri sjónleikum sum áhugaleikari. Longu í 1968 legði hann lunnar undir tær væl umtóktu poppsendingarnar í Útvarpi Føroya.
Sonne Smith er giftur við Káru Gunnu Óladóttir. Hann varð einkjumaður í 1997. Fyrra kona hansara æt Anna, fødd Poulsen, úr Klaksvík. Hon var lærari. Tey bæði fingu dóttrina Mariu Kristinu í 1985.
Sonne Smith skrivaði sína fyrstu bók í 1999. Tað var tann bílagda bókin um frítíðarfelagið Kaggan, ið Sonne var við til at seta á stovn í 1969.[1] Annars hevur hann gjørt onkra sketjs, eitt nú fyri Postverk Føroya, tá ið tað hevði sítt 25-ára hald í Listaskálanum í 2001, og hann hevur skrivað fleiri ferðafrásagnir, bæði til útvarp og bløð. Hann hevur ferðast víða.
Seinasta avrikið er ein søga í "Mínari Jólabók 2004" um ein reypara, sum hann rópar Sámal Skrøgg. Sonne hevur eisini týtt onnur mál til føroyskt. Hann týddi tað fyrsta heftið hjá Harold R. Foster um Valiant Prins úr enskum í 1987 eftir áheitan frá Føroya Lærarafelag.
Sonne er sonur listamannin William Smith og bróðirsonur listakvinnuna Ruth Smith úr Vági. Bróðir Sonna, Thomas Michael Smith, var listamaður og rithøvundur.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egnar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1999 - Kaggin 1969-99
- 2010 - Søgan um jødarnar
- 2011 - Søgan um indianararnar[2]
Týðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 2010 - Eitt hjarta úr steini - Mannajagstrarin 1, eftir Jan Kjær, Sonne Smith týddi til føroyskt[3]
- 2011 - Ongar reglur - Mannajagstrarin 2, eftir Jan Kjær, Sonne Smith týddi til føroyskt
- 2011 - Fongurin hjá kannibalinum - Mannajagstrarin 3, eftir Jan Kjær, Sonne Smith týddi til føroyskt
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Lindenskov, Eirikur (20. november 1999). "Mjørkadalur dróg konufólkini". Sosialurin. https://epaper.infomedia.dk/portal/fao/search?query=thomas%20michael%20smith. Heintað 1. februar 2021.
- ↑ Hnj.fo[deyð leinkja]
- ↑ Bokaklubbin.fo[deyð leinkja] Mannajagstrarin 1 - Eitt hjarta úr steini