Kaggin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kaggin varð settur á stovn í 1969 í Havn og virkaði sum ølklubbi til hann læt aftur á heysti 2007.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Sosialurin hevði eina grein um Kaggan í blaðnum tann 20. november 1999 við yvirskriftini "Mjørkadalur dróg konufólkini". Í greinini varð greitt frá søguni hjá Kagganum. Sonne Smith hevði skrivað eina bók um Kaggan, nú tað vóru liðin 30 ár, síðan felagið varð stovnað á stovnandi aðalfundi hin 8. november 1969 á loftinum á kondittarínum í Havn. Navnið bleiv samtykt nakrar dagar frammanundan, tað var Sonja Egholm, systir Hjørdis, konu Heðin Mortensen, ið fann uppá navnið. Á stovnandi aðalfundinum vóru: Sigurd Bech, Steinbjørn Zachariasen, Sonne Smith, Heðin Mortensen, Eyðun Jensen, Marius Joensen á Hvítanesi, Frits Joensen, Ronald Thomsen, Svend Poulsen (Bambus), Thomas Michael Smith, Kári D. Petersen og Finnur Johansen. Heðin Mortensen varð valdur til orðstýrara og fundurin valdi Sigurd Bech til formann og Steinbjørn Zachariasen, Sonna Smith, Eyðun Jensen og Thomas Michael Smith í nevndina.[1] Teir, ið tóku stig til at seta Kaggan á stovn, vildu hava eitt alternativ til Mimir og Mjørkadal. Teir hildu, at Mjørkadalur hevði ymisk tiltøk, ið dróg ungdómin og serliga genturnar til sín. Teir vildu eisini, at konufólk kundu gerast limir, og tað hendi so tvey ár seinni, tá ið trý konufólk gjørdust limir í Kagganum.[2]

Kaggin lá á horninum við Dalavegin og Jóannesar Paturssonargøtu. Eitt dansifelag, sum dansaði føroyskan dans, helt til í Kagganum og var uppkallað eftir honum, tað nevndist Dansifelag Kaggans.[3] Har var eisini Bridgedeild Kaggans og Billjarddeild Kaggans. Veitslur vórðu hildnar í Kagganum, og sangir vóðru eisini yrktir til høvið. Í 2009 kom út ein fløga við heitinum Kaggin - sangur og skemt við sangum og samrøðum, t.d. eru fleiri sangir við Robert McBirnie og Herman Jacobsen, sála.[4] Kaggin læt aftur á heysti 2007.

Húsið, har Kaggin helt til, varð seinni selt til Frelsunarherin, sum bygdi um og læt húsið upp sum herberg fyri heimleys.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Lindenskov, Eirikur (20. november 1999). "Mjørkadalur dróg konufólkini". Sosialurin. https://epaper.infomedia.dk/portal/fao/search?query=thomas%20michael%20smith. Heintað 1. februar 2021. 
  2. Lindenskov, Eirikur (20. november 1999). "Fyrstur at hýsa konufólki". Sosialurin. https://epaper.infomedia.dk/portal/fao/search?query=thomas%20michael%20smith. Heintað 1. februar 2021. 
  3. Rateyourmusic.com
  4. Rateyourmusic.com, Kaggin - sangur og skemt