Munurin millum rættingarnar hjá "Jón Krosslá Poulsen"
s r2.7.1+) (bottur leggur aftrat: de:Jón Krosslá Poulsen |
EileenSanda (kjak | íkøst) No edit summary |
||
Linja 1: | Linja 1: | ||
[[Mynd:Jón Krosslá Poulsen A Faroese Football Player.jpg|thumb|Jón Krosslá Poulsen.]] |
[[Mynd:Jón Krosslá Poulsen A Faroese Football Player.jpg|thumb|Jón Krosslá Poulsen.]] |
||
'''Jón Krosslá Poulsen''' (føddur [[17. februar]] [[1988]] í [[Vágur|Vági]]) er [[Føroyar|føroyskur]] fótbóltsleikari. Í |
'''Jón Krosslá Poulsen''' (føddur [[17. februar]] [[1988]] í [[Vágur|Vági]]) er [[Føroyar|føroyskur]] fótbóltsleikari. Í 2012 spælir hann við [[FC Suðuroy]]. Í 2011 spældi hann sum áleypsleikari við [[HB]] og áðrenn tað spældi hann við VB/Sumba og VB. |
||
== Mest skorandi leikari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB == |
== Mest skorandi leikari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB == |
Endurskoðan frá 17. jan 2012 kl. 22:44
Jón Krosslá Poulsen (føddur 17. februar 1988 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari. Í 2012 spælir hann við FC Suðuroy. Í 2011 spældi hann sum áleypsleikari við HB og áðrenn tað spældi hann við VB/Sumba og VB.
Mest skorandi leikari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB
Jón Krosslá Poulsen er mest skorandi leikari yvirhøvur hjá FC Suðuroy (íroknað VB og VB/Sumba). Í mars 2010 skoraði hann sítt mál nummar 50, tað var í Vodafone dystinum móti HB, sum endaði 4-4.[1] 22. august 2010 skoraði hann sítt mál nummar 56 mál fyri felagið, og kom harvið framum Egill Steintórsson. Málið skoraði hann í dystinum móti B36 á heimavølli, sum FC Suðuroy vann 2-1.[2] Harumframt var Jón toppskorari fyri FC Suðuroy í 2010, hann skoraði 10 mál í Vodafonedeildini og 2 mál í dystum um Løgmanssteypið.[3] Jón var eisini millum toppskorarnir í Vodafonedeildini í 2010, við 10 málum var hann nummar 6 til 8 saman við Pól Jóhannus Justinussen og Sølvi Vatnhamar, toppskorarir gjørdist Arnbjørn T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen við 22 málum hvør.
Ungdómslandsliðsleikari
Jón Krosslá Poulsen hevur fleiri ferðir verið við í hópinum hjá føroysku unglingalandsliðunum. Í 2003 var hann eyka á U-17 landsliðnum hjá Føroyum. Hann var við til EM undankappingina í Slovakia í oktober 2003. Hann spældi ein part av dystunum móti Slovakia og Grikkalandi. Føroyar tapti báðir dystirnir.[4]. Í 2006 var Jón Krosslá Poulsen við í U-19 landsliðshópinum hjá Føroyum, tá leikti hann 4 dystir og skoraði eitt mál fyri Føroyar. Í 2007 var hann við í U21 landsliðshópinum og spældi ein dyst móti Albania.[5]
Skoraði mál fyri Føroyar U19
31. juli 2006 spældi Føroyar U19 dyst móti Noregi og Føroyar vann 1-0. Tað var Jón Krosslá Poulsen sum skeyt málið.[6]
Keldur
- ↑ Sudurras.com
- ↑ Sudurras1.com, Jón Krosslá Poulsen mestskorandi
- ↑ FaroeSoccer.com
- ↑ Áfrsfrágreiðing 2003pdf-fíla
- ↑ Soccerandequipment.comFaroe Islands U-21 National Team
- ↑ Football.fo
Útvortis ávísingar
- FCSuduroy.com.
- Sportal.fo, sjónvarpsstubbi, samrøða við Jón Krosslá Poulsen eftir dystin í Runavík móti NSÍ 12. juni 2010. Jón skoraði eitt mál fyri FC Suðuroy, men NSÍ vann dystin 2-1. FC Suðuroy lá niðast í Vodafonedeildini, tá Portal.fo gjørdi samrøðuna.